Nýggj útgáva við Guns N’Roses á veg

Stórur partur av upprunamanningini er við.

Sambært guitarleikaranum Slash, er rockbólkurin Guns N’Roses á veg í upptøkuhølini og nýggj útgáva er væntandi.

 

 

Axl, Duff og eg eru farnir til verka- Spurningurin er bert, nær útgávan kemur út, sigur Slash í samrøðu við TVK.

 

 

Danska blaðið BT veit at siga, at enn er dato ikki sett á, nær upptøkurnar byrja, men eisini hin guitarleikarin í bólkinum, Richard Fortus, váttar tíðindini um nýggja útgávu.

 

 

Limirnir siga, at nýggir sangir eru á veg, og at nýggja útgávan væntandi kemur skjótt.

 

 

Í 2016 savnaðust Guns N’Roses á tónleikaferðini Not In This Lifetime. Um nýggja útgávan gerst veruleiki, er tað fyrsta útgávan, har Slash og Duff McKagan luttaka, síðani The Spaghetti Incident frá 1993, har bólkurin spældi cover-løg.