Nýggj útrokning hjá Landsverki óbrúkilig

EYSTUROYARTUNNIL Bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í innlendismálum sáa nú iva um nýggjastu útrokningarnar hjá Landsverki í sambandi við Eysturoyartunnilin

Metingarnar hjá Landsverk eru týdningarleysar, óbrúkiligar - og helst eisini skeivar.
Tað halda bæði Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum og løgmaður, nú Landsverk hevur roknað seg fram til, at fær eitt privat felag Eysturoyartunnilin at gera, fer hann at vera nógv dýrari fyri føroyska samfelagið, enn ein almennur tunnil verður.
Herfyri spurdu Høgni Hoydal og Aksel V. Johannesen landsstýrismannin nakrar skrivligar spurningar um ætlanina at lata eitt privat felag gera og reka Eysturoyartunnilin.
Í hesum sambandi bað landsstýrismaðurin eisini Landsverk geva sína metingar um málið.
Eftir at hava gjørt nýggjar útrokningar útfrá feskastu upplýsingunum, metir Landsverk, at skal eitt privat felag byggja og reka Eysturoyartunnilin, fer hann at verða 73 til 116 milliónir dýrari um árið hesi næstu 30 árini, enn tað almenna hevði gjørt hann.
Men tá ið Kári P. Højgaard svaraði teimum báðum løgtingsmonnunum um Eysturoyartunnilin, brúkti hann ikki svarið frá Landsverki.
Hinvegin eru gamlar útrokningar við í svarinum sum vísa, at ein privatur tunnil verður 800 milliónir dýrari enn ein almennur.
- Eg haldi ikki, at hetta eru upplýsingar, sum hava týdning í hesum føri og eg haldi eisini, at hetta eru upplýsingar, sum eru óbrúkiligur í hesum føri, sigur Kári P. Højgaard um hesar nýggju útrokningarnar hjá Landsverki.
Hann vísir sostatt staðiliga aftur, at hetta er at halda týðandi upplýsingum aftur fyri Løgtinginum.
- Eg fekk ein politiskan spurning og eg havi svarað politiskt, sigur hann.

Meiningsleyst
Kári P. Højgaard heldur, at tað er meiningsleyst at taka einstakar lutir um prís og rentu burturúr eini heild og tí hevur svarið hjá Landsverki púra ongan týdning.
Skal spurningurin um Eysturoyartunnilin svarast, má hann svarast út frá eini samfelagsligari heildarmynd og sostatt er talan um ein fíggjarligan spurning og ikki ein tekniskan spurning, sum Landsverk skal svarast upp á.
- Fíggjarfrøði er ikki serfrøði hjá landsverki, staðfestir Kári P. Højgaard.
- Tað ber ikki til at seta krónur og oyru á tunnilin, og meta um rentur og avkast, uttan samstundis eisini at hugsa um tann vágan, sum tann, ið byggir hann, átekur sær.
- Og tann vágin liggur fyrst og fremst í, hvussu nógvir bilar fara at brúka tunnilin og tað vita vit einki um, fyrrenn tunnilin er tikin brúk, sigur Kári P. Højgaard.
Hesum er Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, samdur í.
Í Rás2, ivast hann í um upplýsingarnar hjá Landsverki yvirhøvur eru rættar.
- Eru upplýsingar sum hann ikki metir, hava týdning fyri málið, má hann eisini meta um, um teir kunnu lýsa málið betur og um teir sostatt skulu leggjast fram.
Løgmaður heldur ikki, at landsverk er rætti stovnur at meta um fígging, lántøku og rentur.

Ivast ikki
Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki ivast hinvegin onga løtu í, at útrokningarnar eru rættar.
Hann sigur, at hann varð biðin um at geva sítt ískoyti til akkurát hendan partin av svarinum.
Men tá ið svarið verður latið víðari til løgtingsmenninar, má hann bara staðfesta, at svarið frá Landsverki er ikki tikið við.