Klokkan átta gjáramorgunin fóru teir tríggir, Jákup Antoniusen, Hilmar Antoniusen og Tummas Jacobsen, til verka á nýggju uppboðssøluni í Klaksvík. Fyrsti fiskurin kom frá trolbátinum Gáshøvda. Hesin seldi góðar 50 kassar til uppboðssøluna, og væntandi verður fiskurin seldur víðari í dag. Av tí at talan er um fyrsta keypið hjá uppboðssøluni, var alt ikki klárt á skrivstovuni í gjár, og var hetta orsøkin til, at fiskurin ikki varð seldur víðari beinan vegin, men mátti bíða ein dag.
Stúra ikki
Jákup Antoniusen, ið er arbeiðsformaður á uppboðssøluni, sigur, at hann stúrir als ikki fyri kappingini frá hinum uppboðssølunum og øðrum fiskakeyparum. Hann heldur tað tvørturímóti vera sunt við kapping. Hetta heldur hann sæst á øðrum stovnum, har kappingin er hørð.
Orsøkin til at farið er undir nýggja uppboðsølu er ikki bert hugurin at kappast. Jákup Antoniusen sigur, at sum hann hevur skilt, er ein av orsøkunum, at útróðrarmenn ikki hava verið heilt nøgdir við hina uppboðssøluna. Hesum vil hann tó ikki greiða nærri frá, men vísir bert á, at tað hevur ligiði luftini, at hin uppboðssølan ikki hevur verið nøktandi. Tó heldur hann ikki, at útróðrarmenn heilt fara at gevast at selja til hina uppboðsøluna, nú hendan nýggja er komin. - Eg vænti, at tað fer at ganga nøkulunda upp millum báðar uppboðsølurnar, soleiðis at vit fáa okkara part og hin sínt part, sigur Jákup Antoniusen, arbeiðsformaður á nýggju uppboðssøluni í Klaksvík, ið kallast Ístorgið og verður rikin av felganum Sjótorgið.
Ikki dýr at reka
Ístorgið hevur fingið ein ógvuliga góða leigusáttmála, harafturat er alt umvælingararbeiðið av hølunum, har uppboðssølan húsast, longu goldið, so væntandi verður hon ikki dýr í rakstri. Fyribils er ætlandin, at bert teir tríggir, Jákup Antoniusen, Hilmar Antoniusen og Tummas Jacobsen, skulu starvast hjá nýggju uppboðssøluni, men Jákup Antoniusen sigur, at um brúk seinni verður fyri fleiri fólkum, verða sjálvsagt fleiri sett í starv.