Nýggj Vanlukkutryggingarlóg á veg

Eftir summarfrítíðina í ár verður nýggj Vanlukkutryggingarlóg løgd fyri tingið. Samstundis kemur lógaruppskot um endurgjald

 

Nøkur ár eru síðani arbeiðið við at gera uppskot um nýggja vanlukkutryggingarlóg byrjaði. Fyri trimum árum síðani varð uppskot um nýggja Vanlukkutryggingarlóg lagt fyri tingið, men tá val varð útskrivað í úrtíð, datt uppskotið burtur.

- Lógaruppskotið til nýggja vanlukkutryggingarlóg er liðugt frá Almanna- og heilsumálastýrinum, men tað er ikki endaliga liðugt viðgjørt á lógardeildini. Helst verður tað tí ikki lagt fyri tingið fyrr enn beint eftir summarfrítíðina, tí tað eigur at fylgjast við lógini um endurgjald, og hon verður ikki framløgd fyrr enn eftir summarfrítíðina, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum.

Høvuðsbatarnir í nýggju lógini eru, at skotið verður upp at veita hægri endurgjaldsupphæddir. Einstakir skaðar, t.d. lyftiskaðar, sum fyrr ikki hava verið fevndir av lógini, verða eftir uppskotinum fevndir av nýggju lógini.

- Og sjálvsagt verða allar mannagongdir skipaðar í samljóði við aðra lóggávu í landinum. Allir arbeiðsgevarar hava skyldu at tryggja sítt arbeiðsfólk.

- Hvussu mett verður um skaðar, og hvussu víttfevnandi teir eru, er ikki ein politiskur spurningur. Tað verður avgjørt av einum fakligum ráði. Politiski myndugleikin kann ikki leggja seg út í avgerðirnar hjá Vanlukkutryggingarráðnum, sigur Helena Dam á Neystabø.


Fakfeløgini stóra ábyrgd

Landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum metir, at tað liggur ein stór ábyrgd á fakfeløgunum at upplýsa sínar limir.

- Eg meti, at fakfeløgini, t.d. Fiskimannafelagið átti at gjørt eitt nógv størri arbeiði at kunna sínar limir um, hvørji rættindi tey hava í sambandi við til dømis vanlukku, og veitt sakkøna hjálp, tá ið á stendur hjá limi fakfelagsins. Eisini áttu fakfeløgini at ráðgivið sínum limum, hvussu teir kunnu tryggja seg sjálvar móti eitt nú vanlukku.

Undanfarni landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Kristian Magnussen, eftirlýsir í viðtali í blaðnum í gjár, eini kunngerð um vard størv. Fyrr enn kunngerðin kemur, fær Almannastovan ikki umsitið lógina um vard størv á nøktandi hátt.

- Arbeitt verður í løtuni við spurninginum um vard størv og endurbúgving. Hetta eitt øki, sum í løtuni verður upprioriterað á Almannastovuni, og innan 14 dagar verður ein reglugerð liðug á økinum. Megintrupulleikin er kortini at útvega neyðuga nógv arbeiðspláss til vard størv. Vit áttu tí at umhugsað at álagt øllum almennum arbeiðsgevarum, sum hava fleiri enn eitt ávíst tal av fólki í starvi, at havt í minsta lagi eitt vart starv. Somuleiðis átti tað at áligið kommunalum arbeiðsgevarum at útvega vard størv. Hetta er ein spurningur, sum eg ætli mær at taka upp og fáa greiðar reglur um, sigur Helena Dam á Neystabø.


MYND: HELENA DAM Á NEYSTABØ

Myndatekstur:

- Fiskimannafelagið átti at gjørt eitt nógv størri arbeiði at kunna sínar limir um, hvørji rættindi tey hava í sambandi við til dømis vanlukku, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna