Nýtt apotek verður bygt í Runavík. Hetta arbeiðið er nú komið so væl áleiðis, at bygningurin stóð reistur fríggjadagin. Mikudagin, hósdagin og fríggjadagin stríddust teir, sum arbeiða hjá Sp/F KBH, við at reisa sperrurnar, og fríggjadagin kundu væl nøgdu arbeiðsmenninir vinda flaggið á stong. Hetta er eitt stórt arbeiði, so hetta var eisini ein stórur dagur hjá KBH og teimum, sum arbeiða hjá byggifelagnum.
Reisigildi var fríggjakvøldið á loftinum í hølunum, har apotekið húsast í dag. Hesi hølini eigur Mattias Davidsen
Arbeiðið gingið væl
Høvuðsentreprenørur er byggifelagið, KBH, sum hevur heimstað á Toftum. Fyritøkan hevur staðið fyri øllum arbeiðnum, sum higartil er gjørt. Teir fingu Jóhan Berg í Saltnesi, sum eigur felagið Falkon, at gera jørð-og planeringsarbeiði, og síðan hevur KBH stoypt og smíðað. Og hetta er ikki smávegis arbeiði, tí ein stórur partur av betongarbeiðinum er undir jørð. Á ovaru síðu á bygninginum eru upp til fýra metrar av betongi og jarni undir jørð.
Helgi Johannesen, sum leiðir arbeiði fyri KBH, sigur, at arbeiði hevur gingið væl, tá ið havt verður í huga, at hetta er háveturstíð, og at teir hava verið nógv tarnaðir av skiftandi veðurlagnum, sum verið hevur í vetur.
- Jørð- og planeringsarbeiði byrjaði byrjaði beint fyri ólavsøku, og vit byrjaðu so spakuliga í september at stoypa. Hægstu betong veggirnir eru 11 metrar høgir, og tað krevst líkinda veður, tá ið arbeitt verður í slíkum hæddum.
Ólagaligt veður
Helgi sigur, at teir hava mist fleiri arbeiðsdagar, tí tað hevur verið nógvur vindur, vátakavi og annars ófantaligt veður. Aðrar dagar hevur veðrið verið gott, og tá hevur kanska verið frost. So, tá ber heldur ikki til at stoypa.
- Men, sum heild, eru vit nøgdir við gongdina, og væntandi stendur bygningurin innilokaður um hálvan apríl. Um eina viku fáa vit vindeyguni, og tá hava vit alt tilfarið á byggiplássinum, sum skal til fyri, at vit kunnu gera innilokingararbeiðið liðugt.
KBH hevur eisini átikið sær at gera økið uttan um bygningin liðugt. Tað er felagið hjá Alberti Isfeld og Gudmundi Hansen, sum hevur teknað nýggja apotekið í Runavík, og ráðgevandi verkfrøðingur er Preben Hansen.