Nýggja býráðið í Klaksvík skipaði seg

Mánakvøldið vóru nevndirnar í Klaksvíkar býráði valdar. Steinbjørn Jacobsen er nú formliga valdur til borgarstjóra

Mánakvøldið savnaðist nýggja býráðið í Klaksvík fyri at skipa seg.

Fyrstvaldi býráðslimurin, Jógvan við Keldu, hevði kallað býráðið inn, og á fundinum segði Jógvan við Keldu farvæl til borgarstjórasessin, sum nú verður yvirtikin av Steinbjørn Jacobsen.

Steinbjørn Jacobsen varð valdur til borgarstjóra við teimum seks atkvøðunum hjá samgonguni. Torleif Sigurðsson varð valdur til varaborgarstjóra, og hann fekk átta atkvøður.


Broyta nevndirnar

Nevdirnar í Klaksvíkar býráði vórðu eisini valdar á fundinum, men tað verða gjørdar onkrar broytingar á næsta býráðsfundi.

Samgongan hevur avtalað at býta mentunar- og sosialu nevnd sundur í tvær nevndir, og heilsunevndin skal framyvir kallast umhvørvis- og menningarnevndin.

Borgarstjórin er sambært lógini formaður í Fíggjarnevndini, og afturat honum fara Torleif Sigurðsson, Karl Heri Joensen, Jógvan við Keldu og Hilmar K. Danielsen at sita í nevndini.

Í mentunar- og sosialu nevnd var Eyðgunn Samuelsen vald til formann, og afturat henni Jórun Høgnesen, Karl Heri Joensen, Betta Joensen og Erik Andreasen. Í januar verður hendan nevndin býtt sundur, og tá skal Eyðgunn Samuelsen verða formaður í sosialu nevnd og Jórun Høgnesen í mentunarnevndini.


Nýggj heilsunevnd

Karl Heri Joensen verður formaður í teknisku nevnd, og í hesa nevnd vórðu eisini valdir Rani Nolsøe, Torleif Sigurðsson, Erik Andreasen og Kristian Fríðrik Olsen.

Í Havnanevndina vóru vald Torleif Sigurðsson, sum skal vera formaður, Karl Heri Joensen, Jórun Høgnesen, Kristian Fríðrik Olsen og Hilmar K. Danielsen.

Rani Nolsøe skal verða formaður í heilsunevndini, sum fram yvir skal rópast umhvørvis- og menningarnevndin, og saman við honum fara at sita Eyðgunn Samuelsen, Magnus Magnussen, Betta Joensen og Hilmar K. Danielsen.

Sambært kunngerð skal ein av limunum í hesi nevnd verða lækni í kommununi, og tað er Magnus Magnussen.


Fólkaflokkurin í andstøðu

Seinastu átta árini hava Fólkaflokkurin og Tjóðveldisflokkurin havt samgongu í Klaksvíkar býráði, men Fólkaflokkurin fer nú í andstøðu saman við Sambandsflokkinum og Kristiliga Fólkaflokkinum.

Tjóðveldisflokkurin, Javnaðarflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin hava gjørt nýggja samgongu, og tað hevur millum annað við sær nýggja leiðslu í býráðnum.

Steinbjørn Jacobsen hevur verið varaborgarstjóri síðani 1998, og hann tekur nú seinasta stigið upp eftir stiganum.