Nýggja barsilsskipanin revsar kvinnur

Nýggja barsilsskipanin ger, at kvinnur, sum eiga børn við stuttum millumbili, og taka eyka farloyvi við vælsignilsi frá arbeiðsgevara sínum, tí tey ikki fáa barnið ansað orsaka av langari bíðitíð til stovnspláss, eru verri fyri í teirri nýggju skipanini enn teirri gomlu

 

Barsilsskipanin


Grundin til, at kvinnur eru verri fyri er, at við tí nýggju skipanini skulu tær arbeiða eitt ávíst tíðarskeið fyri at forvinna sær rætt til nøktandi barsilsløn, sum svarar til inntøkurnar tær hava fingið.

Nýggja skipanin roknar barsilsløn út frá arbeiðsinntøkuni teir seinastu 12 mánaðarnar. Úr teimum 12 seinastu mánaðunum verða seks teir bestu samanhangandi mánaðirnir tiknir úr, og verður barsilslønin roknað út frá tí.

Um tú so ikki hevur 12 ella seks teir seinastu mánaðarnar at fella aftur á, kemur tú undir ein bólk, ið eitur "nýggj í starvi", og verður barsilslønin roknað út frá trimum teimum seinastu arbeiðsmánaðunum. Um tú so til dømis bert hevur ein ella tveir mánaðar, verða teir tiknir og býttir við trý, fyri at fáa hesa tríggjamánaðaskipan at ganga upp.


Bjargað av egnum sáttmála


Maria Heradóttir, sum er lærari í Hoydølum, er ein, sum á ein hátt verður revsað. Hon kundi í dag verið rakt meint, tí hon fyri góðum ári síðani longdi barnsburðarfarloyvi við 10 mánaðum. Hetta varð gjørt vegna vantandi ansingarpláss.

Maria Heradóttir er nú aftur við barn, men eftir nýggju skipanini hevði hon fingið verri barsilsløn hesuferð, um tað ikki var fyri hennara egna sáttmála, sum gevur henni rætt til fulla løn í 24 vikur eftir barnsburð.

? Eg varð noydd at leingja um farloyvið av tí, at eg ikki fekk nakað ansingarpláss til dóttrina. Hetta fekk eg loyvi til frá arbeiðsgevara mínum, við tí fyri eyga, at eg byrjaði aftur tann 1. august 2001, sigur Maria Heradóttir.

? Ætlanin var hesuferð at fara í farloyvi tríggjar vikur áðrenn eg skuldi eiga við løn, tí hesum loyvir nýggja skipanin, greiðir Maria frá. ? Men av tí, at eg bert hevði arbeitt ein mánaða, kundi hetta ikki lata seg gera, tí so hevði barilslønin verið alt ov lág. Eg hevði arbeitt eitt ov stutt tíðarskeið til at forvinna mær nøktandi barsilsløn. Sjálvt um eg hevði arbeitt hálvan annan mánaða, hevði eg bert fingið barsilsløn fyri ein. Hetta av tí, at skipanin telur ikki ein mánaða fyrr enn lønin er útgoldin, og tað er ikki fyrr enn síðst í mánaðanum. Tískil var tað ikki møguligt at gevast hálvan september.

Maria Heradóttir heldur, at hendan skipanin útihýsir kvinnur, sum eiga fleiri børn innan eitt stutt tíðarskeið. Eyka farloyvið, ið hon tók, fíggjaði hon sjálv.

?Tað tykist sum um skipanin nú revsar meg. Ikki bert meg, men eisini onnur, ið møguliga eru í somu støðu sum eg, sum hava verið noydd til at leingja um farloyvið, sigur Maria Heradóttir.


Korini ov lítið at siga


Allir útvegir eru kannaðir, og einasta loysnin vísti seg at vera, at Maria arbeiddi inntil tveir mánaðar vóru farnir. Um hon var givin áðrenn hevði hon gingið nærum ein mánaða við eini løn, ið als ikki kann brúkast sum grundarlag fyri eina familju.

Maria Heradóttir sigur, at tað hevði komið sum ein dyggur smeitur, um hon bert hevði fingið barsilsløn fyri ein mánaða. Hennara løn er høvuðsinntøkan í húsinum av tí, at maðurin er lærlingur.

? Ongin stuðul er fyri foreldur, ið velja at fara í farloyvi. Munur skuldi verið á, hví tú ert burtur frá arbeiðsmarknaðinum. Um tú velur tað, ella ert noyddur til tess, heldur Maria.

? Tú kanst ikki hugsa langt fram í tíðina, tað kann ikki vera rætt. Nær eg fái børn ella um tað kemur illa fyri, tí eg noyðist at hava arbeitt eitt ávíst tíðarskeið fyri at fáa eina barsilsløn, sum ein familja kann liva av, sigur Maria Heradóttir.

Sambært Mariu hava korini alt ov lítið at siga. Hon er bangin fyri, at um skipanin verður broytt aftur nú, so verður tað, ið kemur ístaðin uppaftur verri. Ein spurningur sum, hvat hevur ein barnafamilja brúk fyri, verður als ikki tikin upp. Tosað verður heldur um, um viðkomandi kostar ov nógv.

Hetta sigur so mikið sum, at fólk, ið eru í somu støðu sum Maria kunnu lættliga koma í klemmu av nýggju skipanini. Skipanin hevur eitt hol, har fólk, sum Maria Heradóttir lættliga kunnu detta ígjøgnum og koma illa fyri.