Nýggja fólkaskúlalógin kostar

Signar á Brúnni, landstýrismaður, heldur tað vera løgið, at fíggjarnevndarformaðurin, ið var heitur talsmaður fyri nýggju fólkaskúlalógini, nú ikki vil játta pening, so lógin fæst at virka

Í gjár sat landstýrsmaðurin í undirvísingar- og mentamálum, Signar á Brúnni, á fundi við embætisfólkum sínum. Har umrøddu tey, hvussu spurningurin skal avgreiðast, nú eini 200 fleiri næmingar enn mett eru í fólkaskúlanum komandi skúlaár. Peningur er ikki til taks til næmingarnar.

-Eg havi ynskt fund við fíggjarnevndina, so vit kunnu lýsa málið fyri teimum, men hetta vil nevndin ikki, sigur Signar á Brúnni.

- Eg havi tosað við einstakar limir í fíggjarnevndini og formannin, men hann er ikki hugaður fyri at hoyra okkara sjónarmið, sigur landstýrismaðurin.


Lógin kostar

- Annars havi eg ta viðmerking, at fíggjarnevndarformaðurin var millum teir fremstu at seta nýggju fólkaskúlalógina í verk, ein lóg, sum vit vistu fór at kosta nógv at fremja í verki. Sjálvur sat eg í andstøðu tá og gjørdi vart við meirkostnaðin. Nú er tað løgna hent, at eg siti við málinum og royni at fáa játtan til nýggju fólkaskúlalógina og sami maður, sum vildi hava lógina ígjøgnum, vil nú bremsa og skerja, sigur Signar á Brúnni.

- Vit eru komin í eina ringa støðu. Tað er løgið, at næmingatalið komandi ár hækkar við umleið 200, men hetta kemur av, at fólk flytir til landið. Eisini eru 10. flokkarnir, ið fara út nú minni, enn flokkarnir, ið koma inn.

- Í gjár ringdi ein skúlastjóri í miðalstórari bygd og greiddi mær frá, at hann júst hevði fingið boð um, at fleiri næmingar koma í skúlan. Tað snýr seg í um einar 10 nýggjar næmingar, sigur Signar á Brúnni, ið staðfestir, at talið bert er vaksandi.

- Seinast tók ein eisini og minkaði frymilin, ið býtt verður eftir millum ymsu skúlarnar og tað ber næstan ikki til at fara longur niður, metir Signar á Brúnni.


Okkurt steðgar upp

Signar á brúnni staðfestir, at um støðan hjá fíggjarnevndini stendur við, og hann má spara á øðrum økjum, so er vandi fyri, at okkurt støðgar upp.

- Eg skal finna sparingar, men hvar kunnu vit skerja? Løgtingið hevur samtykt lóg, ið sigur, at so og so nógv skal nýtast har og har. So skal eg skerja á øðrum økjum, men eg eri bangin fyri, at endin verður, at okkurt innan skúlaverkið steðgar upp, sigur landstýrismaðurin í undirvísingarmálum.


Málið farið til Fíggjarmálastýrið

Bjarni Djurholm vísir á, at tað er óheppi, at málið ikki kemur fram fyrr enn nú, løgtingið er farið til hús.

- Tveir skúlar koma ikki við sínum tølum 5. og 6. mars. Tá verða tølini kannaði og so skal boðast frá. Verkfallið kom júst tá og ymiskt hendi har, so tað dróg nakað út, men vit viðgjørdu málið í góðari tíð og skjalið, ið sent er Fíggjarmálastýrinum, er dagfest 26. apríl og tá eigur Fíggjarmálastýrið málið og tingið kom saman beint eftir hetta, vísir Signar á Brúnni á.

Signar á Brúnni metir, at tá málið nú er lagt fyri fíggjarnevndina, so er hetta júst eitt mál, ið kann koma undir grein 44 í stýrisskipanarlógini, ið loyvir nevndini at játta pening í serstøkum førum, tí hetta kom sera óvænta á.

Hann heldur vera løgið, at nú skal skerjast, tí tað gleðiliga hendir, at barnatalið er vaksandi. Hann er vónbrotin av støðuni hjá fíggjarnevndini og av, at hetta eisini tykist vera støðan hjá andstøðuni.

Signar á Brúnni metir, at málið er farið í góðari tíð í Fíggjarmálastýrið.

Til støðuna hjá Bjarna Djurholm viðvíkjandi skerjingum, so samsvar er við politiska málið um sjálvberandi búskap og broytingar í ríkisrættarligu støðuni, sigur Signar á Brúnni, at Bjarni Djurholm tosar við fleiri tungum.

- Hann var millum teir fremstu at trýsta nýggju lógina í gjøgnum, hóast øll vistu, at hetta hevði meirkostna við sær. Nú siti eg við málinum og Bjarni Djurholm sigur, at vit skulu spara og skerja. Hetta er mótsigandi, metir Signar á Brúnni, landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum, ið saman við sínum fólkum roynir at finna loysn á málinum og at fáa fund við fíggjarnevndina, áðrenn farið verður undir at finna møguligar sparingar, ið kunnu enda við niðurlegging av virksemi innan fólkaskúlan