Mánamorgunin var ætlanin at royndarkoyra nýggju og framkomnu skiljimaskinuna, sum Noma Tek og Formula Fo hava bygt til Fiskamarknaðin Føroya á Toftum.
Oskar Joensen, sum starvast á uppboðssøluni, sigur, at nýggja maskinan er royndarkoyrd í smáum, og hann hevur góðar vónir um, at hon verður eitt stórt framstig hjá Fiskamarknaðinum.
? Men hetta er ein framkomin maskina, og tí slepst neyvan undan onkrum "barnasjúkum" í byrjanini. Her eru nógvar stýringar av ymiskum slagi. Men tá ið alt er komið uppá pláss, ivist eg ikki í, at maskinan kemur at lætta nógv um skiljingina.
Mánamorgunin lógu tvey línuskip, Váðasteinur og Morgunstjørnan, og landaðu, og ætlanin var, at nýggja maskinan skuldi skilja ein part av hesum fiskinum. Men tá ið Sosialurin frætti, var skiljingin við nýggju maskinuni ikki byrjað.
Minni pláss
Oskar Joensen sigur, at ein trupulleiki hjá Fiskamarknaði Føroya er, at plássið er ikki so nógv, sum ynskiligt er, og tí er skiljimaskinan eisini lagað til verandi umstøður.
? Tað serliga við hesi maskinuni er, at allur tann skildi fiskurin kemur út avendanum. Vanliga standa eini 10, 12 ella 14 kør við eina skiljimaskinu, og hesi "portur" taka nógv pláss. Hendan maskinan er líka sum í tveimum. Hon skilir fiskin uppí kør, sum taka 300-400 kg., og tá ið tey eru full, verður fiskurin stoyttur niður á band, sum førir hann út av endanum. Har standa so tvey kør, sum taka ímóti tí skilda fiskinum.
Hann sigur, at nýggja maskinan kann skilja fiskin frá tveimum skipum í senni ? ella t.d. fisk frá einum skipi á aðrari "linjuni" og útróðarfisk á hinari.
Øktur kapasitetur
? Vit hava havt eina Scanvægt-skiljimaskinu, sum kundi skilja eini 10-12 tons um tíman - alt eftir, hvussu gekst. Haraftrat høvdu vit eina hondgjørda linju, sum FJM í Runavík hevur gjørt. Mett verður, at nýggja maskinan skilir eini 20-30 tons um tíman. So, hetta er ein stór kapasitetsøking.
Oskar sigur, at Fiskamarknaðurin hevur hugt seg væl um eftir eini nýggjari skiljimaskinu, sum hevur nøktandi kapasitet og ikki tekur ov nógv pláss. Nógvar maskinur hava verið inni í myndini. Niðurstøðan er, at maskinan, sum Noma Tek og Formula Fo hava ment, er besta loysnin, og hon er mest at kalla skræddaraseymað til okkum.
? Hetta er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum, leggur hann aftrat.
Eitt framstig
Scanvægt-maskinan er flutt suður til Vágs á uppboðssøluna, sum Fiskamarknaður Føroya hevur har suðuri.
Oskar sigur, at meðan eini 6 fólk áður stóðu við gomlu skiljimaskinuna og skiltu 10-12 tons um tíman, kunnu nú eini 4 fólk skilja 20-30 tons um tíman við nýggju maskinuni, tá ið hon er komin í gongd.
? Hetta skuldi avgjørt verið eitt framstig hjá okkum, sigur Oskar Joensen at enda.
Stjóri á Fiskamarknaði Føroya er John Nielsen.