Fyri fyrstu ferð var grækarismessuhaldið í Klaksvík hildið innandura í KFUM, og latið verður sera væl at.
Á Grækarismessu eru vit von við skrúðgongu, skótar, hornorkestur og eina røðu, ið bjóðar tjaldrinum og várinum vælkomnum, men í ár varð ein nýggj roynd gjørd at hátíðarhalda Grækarismessuna í Klaksvík á ein øðrvísið hátt.
Tað var í 1952, at Klaksvíkar Hornorkestur tók stig til at skipa fyri grækarismessuhaldi á fyrsta sinni.
Grækarismessuhaldið varð í dag flutt inn í KFUM á fyrsta sinni, har Jónleif Johannesen, lærari, flutti fram røðu. Klaksvíkar Hornorkestur spælir marsjir og várløg, og tjaldurssangurin varð sungin, meðan Alex Sólstein spældi undir á klaver.
Skótarnir bjóðaðu ein kaffimunn og køkur afturvið.
- Og tað riggaði sum ætlað! Heri Ellingsgaard, formaður í Klaksvíkar Hornorkesrti var ovfarin av uppmøtingini, og segði, at nú fangaði borðið, tí uppmøtingin í dag mundi vera væl oman fyri 1000% betri enn undanfarin ár. Tí helt hann, at hetta var ein væleydnað umskipan, og at Klaksvíkar Hornorkestur ikki kundi annað, enn skipar fyri aftur næsta ár á sama staði, eftir sama leisti, sigur Dávur Winther, marknaðarleiðari hjá Klaksvíkar kommunu.
Sigrun Juul Samuelsen, sum hevur verið skóti eitt langt lív, kundi ikki bara sær at taka oriðið, so fegin hon var, at Klaksvíkar Hornorkestur hevði tikið hetta stigið at flyta haldið inn í KFUM - Og sum tit síggja, segði hon - tit kunnu ikki fáa betri umstøður! Vælkomnir!
Salurin var nærum fullsettur, spælið gott, fjálgt inni og prátið gekk so lystiliga afturvið einum kaffimunni.