NSÍ verður meistari í 2007. Tað hevur leingi verið stórur møguleiki fyri, at hetta skal gerast veruleiki, og sunnudagin gekk alt upp í hægri eind hjá teimum gulu og svørtu. Í Sarpugerði varð GÍ smurt av, og tað var sjón fyri søgn, at nú er vent upp og niður upp á styrkisbýtið í Eysturoy.
GÍ hevði lítið ella rættari sagt einki at bjóða uppá. Jens Martin Knudsen, sum í níti árunum var við til at vinna so nógv gull og skreyt til Gøtu, hevði í NSÍ málinum onga rættuliga bjarging. Tað var ikki neyðugt hjá veteraninum at spenna seg út og vísa, at tað framvegis er dugur í honum.
Tá ið gøtumenn onkra ferðina í 2. hálvleiki vóru um reppið at koma í skotstøðu, ofraðu teir í meistaraverjuni seg og blokeraðu. Soleiðis sum tað sømir seg sannari meistaraverju.
Men tað var sjáldan, at heimaliðið var vandamikil gestur frammanfyri NSÍ málið.
Í hinum endanum varð alt avgjørt longu í 1. hálvleiki. Tveir av monnunum, sum undan kappingarbyrjan vórðu keyptir til Runavíkar fyri at vera við til at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð til NSÍ, vóru ikki við. Hjalgrím Elttør var leikbannaður, og miðvallar krumptappurin, Nenad Stankovic, sat aftur hesa ferð skaddur uttanfyri.
At teir báðir manglaðu, vísti seg ikki at bila. Jústinus R. Hansen loysti meistarliga væl sentrala verjukenda leiklutin á miðvøllinum, og Andy Olsen, sum í útgangsstøðu var ytstur á miðvøllinum í vinstru, átti sín leiklut. Hann var í vinstru við í uppspælinum til fyrsta málið, og tað var hann, sum smekkaði til ímóti málinum hjá Geza Turi.
Bólturin brast í handaru stólparótina. GÍ verjan, sum alla tíðina var trilvandi og lítið sannførandi, himpraðist, og tá ið teir ikki fingu beint bóltin av vegnum, var Christian Høgni Jacobsen sum ein heykur har, smekkaði bóltin í málið, og harvið var tónin sligin ann.
Guli og svarti fagnaðurin og rómin vóru óførir kring vøllin, og tað kendist úr høgættini, sum oddaliðið hevði undan í 1. hálvleiki, at hetta fór ikki at vera so stórur snávingarsteinur hjá NSÍ, sum tað í Gøtu kanska varð roknað við og í hvussu so er vónað!
Sannur brandur
Kappingarárið hjá Christian Høgna Jacobsen hevur ikki verið hitt besta. Sammett við eitt nú í fjør, tá ið hann var liðformaður í barndómsfelagnum og toppskjútti í Formuladeildini, hevur tað kenst eitt sindur strevið – bæði meðan hann var í HB, og eisini síðani hann flutti aftur til NSÍ.
Men í Sarpugerði var flogið hjá Christiani Høgna væl hægri, enn tað var hjá skurðunum. Lítla løtu eftir fyrsta málið var landsliðsspælarin aftur upp á spæl. Ætlaða afturleggingin til Geza Turi var jánkaslig, Christian Høgni var ágangandi, fekk fatur á bóltinum, sneiddi framvið málverjanum og legði bóltin í málið.
2-0 til NSÍ og ivin, um hvar stigini skuldu fara, var blástur burtur.
Jónhard Frederiksberg, sum tað leingi hevur verið rættuliga strevið hjá, var væl upplagdur fyrstu løtuna. Gøtumenn royndu at leggja nógv fyri í nærdystunum, men tað var sjáldan, at teir fingu fatur í rætta endanum. Jónhard varð skaddur, og tað hevði ivaleyst verið best bæði fyri hann og liðfelagarnar, um hann varð tikin út. Hann royndi at spæla, inntil tíggju minuttir vóru eftir.
Tá ið hann fór av vøllinum, var munurin trý mál. Eftir stóran hálvan tíma økti ein av skilagóðu ungu monnunum. Tað sigur eisini nakað um, hvussu skilið var í GÍ verjuni. Bogi Løkin stóð blankur mitt fyri málinum og stýrdi við høvdinum millum stóru verjuspælararnar bóltin í GÍ málið, eftir at tryggi bóltspælarin Sjúrður Jacobsen hevði lagt hornaspark innfyri.
Eingi mistøk
Tá ið GÍ eftir steðgin hevði vindin undan, royndu teir seg við longum sendingum til Christian Lundberg og Hendrik Rubeksen, men treytirnar hjá teimum og hinum, sum royndu at vera framrættaðir, vóru ikki góðar.
NSÍ verjan var aftur hesa ferð sum bergið, og allir spælararnir hjálptu til í verjuspælinum. Óli Hansen vísti seg aftur hesa ferð sum framúr stýrimann. Jóhan Troest Davidsen og størsti stabilisatorurin Pól Thorsteinsson gera eingi mistøk, og Einar Hansen hevur í handavend ment seg til ivaleyst besta vinstra vongverjan í landinum.
Eyðkennið fyri NSÍ – ikki minst í verjupartinum – er, at mistøkini eru fá og smá. Hesa ferð kundu tey teljast á aðrari hondini. Soleiðis var tað ikki hjá heimaliðnum, sum gjørdi eina ørgrynnu av mistøkum, og fleiri teirra vóru rættuliga kostnaðarmikil.
Tíðindini frá Hilmari Jan av Sandi gliðu væl niður, og tá ið NSÍ økti til 4-0, bar tað illa til at fjala, at nú er fyrsta FM heitið nakrantíð komið inn um stokkin hjá 50 ára gamla NSÍ.
Uppspælið til síðsta málið var meistarligt. Diagonalt skifti úr vinstru frá Sjúrði Jacobsen og heilt út í høgra borð til Christian Høgna, sum við ferð streyk framvið fleiri, áðrenn hann inni í málteiginum varð feldur. Brotssparkið umsetti liðformaðurin til mál.
Innskiftu unglingarnir Jann Martin Mortensen, Øssur Dalbúð og Klæmint A. Olsen fegnaðust saman við hinum, og tað var væl skiljandi. Teir eru so hepnir, at teir eru við til at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð til Runavíkar. Við meistaraavriki í Gøtu!