Nýggja og Gamla Sjálvsstýri í opnum stríði

Mangt er, sum bendir á, at vit eft­ir val­ið fáa tveir Sjálv­stýr­is­flokk­ar. Í øll­um før­um tykj­ast síðstu leik­ir­nir í Kára­stríð­num at vera so mik­ið álv­ar­sam­ir – tá lim­ir­nir í Gamla Sjálsvstýrinum í Eyst­ur­oy og Norð­oyggj­um sláa mann­garð um Kára P. Høj­gaard og átala Kára á Rógvi, sum helst hev­ur stuð­ul mill­um lærdu fólkini í Havn og ser­liga mill­um tey nýggjaru sjálv­stýr­is­fólk­ini.

Vit kunnu siga, at stríð er millum akademikaraveingin og verkamannaveingin í Gamla Sjálsvstýrinum.

Vit hava sæð tað fyrr, at flokk­ar, sum van­liga hava havt eitt um­boð í ting­bók­i­num fáa trup­ul­leik­ar, tá tey ger­ast tvey. Kjart­an Mohr um­boð­aði Fram­burðs­flokk­in einsa­mall­ur í mann­a­minni. So kom Adolf Hansen upp­í, flokk­urin skifti navn til eis­ini at eita Krist­iligi Fólk­a­flokk­ur­in. Eft­ir at hava fing­ið hetta heit­ið, var eitt javnt per­són­ligt elju­stríð, sum førdi til bæði Fram­sókn­ar­flokk­in (hjá Adolf Han­sen og Kar­o­linu Pet­er­sen) og fyri so vítt eis­ini Mið­flokk­in.
So roynd­ir­nar eru, at nýggj fólk í goml­um flokk­um hava tað fyri at klandrast so illa.

Gamla Sjálvstýri varð ofta kalla »klípið« ella »kitt­­flokk­ur­in« ­– ella »Fín­i­flokk­ur«. Hetta var speir­ek­andi, tí flokk­ur­in pass­aði inn í allar sam­gong­ur, hann lagaði seg bara til.
Tað tykist eisini, at flokk­ur­in rúm­ar øll­um, sum rúm ikki er fyri í øðr­um flok­k­um. Bæði javn­að­ar­fólk, Hel­ena Dam á Neysta­bø og Kári Pet­er­sen, og fólka­floks­fólk, Rúna Siv­ert­sen og Heð­in D. Poul­sen, trív­ast, ella hava triv­ist væl í flokk­i­num. Tað var eis­ini ein av teim­um gomlu ord­i­­ligu sjálv­stýr­is­monn­u­num sum segði, tá Hel­ena Dam á Neyst­a­bø fór úr Javn­að­ar­flokk­i­num í Sjálv­stýr­is­flokk­in, at »ein slík­an reka kann man ikki lata fara aft­ur við borð­i­num«.

Hetta er kanska tekin um, at ein flokk­ur, ið tek­ur all­ar rek­ar, ið fyri eru, eig­ur at hugsa seg bet­ur um. Standa fólk­ini ikki sam­an um hug­sjón­ina, so eiga tey ikki at vera í sama flokki.

Kanska loysnin er at null­stilla Gamla Sjálvstýri.
Ikki er tað lætt, men hvør sig­ur, at tað skal vera lætt?
Livst so spyrts...