Nýggja røktarheimið í Vági við at taka skap

Vakra lendið leggur upp til at skapa ein fjálgan bygning, sum er í samljóð við lendið og vøkru nattúruna á staðnum, sigur arkitekturin

Eldrarøkt
 

 Nú fæst ein reiðiliga góð ábending um, hvussu nýggja ellis- og røktarheimið kemur at síggja út.
Tá ið borgarstjórin í Vági, Kirstin Strøm Bech, var í almanna- og heilsumálaráðnum í farnu viku og læt inn umsókn um stuðul til eitt ellis- og røktarheim í Vági, hevði hon eisini eina ráskitsu við sær yvir, hvussu heimið kemur at síggja út.
Ellis- og røktarheimið skal vera á stykkinum, sum annars varð grivið út til miðnámsskúlan.
Tað er Albert Isfeld, arkitektur, sum hevur teknað og borgarstjórin sigur, at honer sera væl nøgd við uppskotið.
- Sjálvsagt verða broytingar og tillagingar gjørdar, tá ið komið er longri við ætlanini, men nú sæst so ein hóming av, hvussu bygningurin kemur at taka seg út í lendinum, sigur hon.
Annars hevur verið ført fram, at tað ber illa, fyri ikki at siga, slett ikki til at leggja eitt ellis- og røktarheim á stykkinum, sum er grivið út til miðnámsskúlan.
Men arkikekturin sigur, at vakra lendið leggur upp til at skapa ein fjálgan bygning, sum er í samljóð við lendið og vøkru nattúruna á staðnum.
Hann sigur, at hann hevur lagt dent á at brúka útgrivna stykkið, soleiðis at bygningurin verður settur inn í og á tromina á beninum og tað mannaskapta og nattúran skulu sanda í samljóði við hvørt annað.
Hann hevur eisini lagt dent á at skapa heimligar umstøður til búfólkið og góðar arbeiðsumstøður til starvsfólkið.
Hann sigur eisini, at soleiðis, sum bygningurin verður settur á stykki, verða góðir møguleikar fyri at byggja út.
Hann sigur, at ellis- og røktarheimið er ætlað til 32 búfólk í tveimum deildum.
Húsið er í tveimum hæddum og tað verða 16 kømur á hvørjari deild. Hvør deild er so aftur býtt sundur í tvær eindir við pássi fyri átta fólkum í hvørjari eind. 
Tvær av eindunum skulu verða sjálvstøðugar eindir rundanum eitt felagsøki við køki, matstovu og stovu, men starvsfólkarúm, vaskarí og annað, er felags við hinar deildirnar.
Ì heiminum verða eisini umstøður til ergoterapi, fysioterapi, fótarøkt, hárfríðkan, samstrundis sum skrivstova skal vera til heimarøktina.