Sum eg haldi meg síggja støðuna liggja tvær møguligar høvuðslinjur fyri framman. Onnur kemur av sær sjálvum, um vit einki gera ella bert fáast við smáputl, betong og tunlar. Hin krevur áræði, evni og ikki minst krevur hon vilja til gott verk.
Tann heimsumfatandi fíggjarkreppan rakar sjálvsagt eisini Føroyar – so ella so. Fær hendan kreppan høvi til at renna saman við tí strategiska kyksendi, sum landið liggur í, kann tað í ringasta føri avtofta Føroyar sum serstaka tjóð, soleiðis sum vit kenna hana seinastu 1000 árini. Tað er onnur linjan.
Um vit hinvegin taka annað skinn um bak, kunnu vit leggja okkum eftir fyrst at “tetta føroysku skútuna” (t.e. fáa tamarhald á almennu funktiónunum) og harnæst at brúka hesar somu læruprosessirnar til at seta í verk burðardyggar strategiskar prosessir til tess at menna føroyska tilverugrundarlagið. Alheims fíggjarkreppan rakar eisini Føroyar, men spurningurin er, um hon rakar so meint, sum aðrastaðni. Ger hon ikki tað, kunnu vit við eini strategiskari menning koma heldur frægari burturúr kreppuni, enn londini kring okkum – okkara strategisku kappingarneytar, sum kappast við okkum um menniskjaliga tærið.
Sjálvur haldi eg, at seinna leiðin er gongd. Høvuðsgrundirnar eru tríggjar. Tann fyrsta grundgevingin er, at eg enn meti, at strategiska kreppan er komin í botn í hesum umfari – hon er í hvussu so er steðgað á.
Tann næsta grundgevingin er, at stór orka liggur bundin í einum bygnaði, sum í praksis er rættiliga einfaldur at loysa upp, um politiskur vilji er til tess. Mín egna meting er, at ein samfelagslig nytta fyri um 500 milliónir kr. árliga kann fáast til høldar innanfyri hetta valskeiðið. Partur av hesi nyttu kann fáa beinleiðis ávirkan á inntøkur ella útreiðslur landskassans rætta vegin.
Tann triðja grundgevingin er, at tað ber til at virka sambært væl skipaðum og royndum arbeiðshættum, sum bæði kunnu samskiftast og lærast, um vilji er til tess.
Stevnumið í trimum flokkum
Tá ið vit seta mál, ber til at skifta tey í tríggjar flokkar: Rakstur, tillaging undir trýsti og menning. Hetta seinasta nevna vit eisini strategiska leiðslu, tá ið vit í felag, tilvitað og frælst seta okkum mennandi mál.
Sum umstøðurnar eru, uppliva vit eitt trýst, har vit mega tillaga okkum, skulu vit hóra ígjøgnum. Tað verður mangan sagt, at betri møguleikar eru fyri munagóðum broytingum í krepputíðum (tá ið vit noyðast at tillaga okkum undir trýsti). Fyri tey, sum taka avgerðir í praksis, kann tað tykjast lættari at taka “ópopulerar avgerðir”. Havast skal tó í huga, at avgerðir eru ikki rættar ella skynsamar, fyri tað um tær eru ópopulerar. Veruleikin er nevniliga tann, at avgerðir tiknar undir trýsti eru sjáldan skynsamar. Rætt og slætt, tí tá er ikki rúm fyri skynsomum avgerðum. Tíðin er ikki til tað. Orkan er ikki til tað. Møguleikarnir eru skerdir. Tí eru væl tær flestu avgerðirnar, sum tiknar eru í krepputíðum, ein sonn plága áratíggju eftir at kreppan er riðin av. At tillagingar undir trýsti ikki seta somu høgu krøv til leiðsluna er nakað annað, og tað kann sjálvsagt vera viðvirkandi til, at veikar leiðslur royna at fyrigykla fólki, at tað er í kreppum, vit leggja botn undir framtíðar loysnum.
Uppgávan er at koma sær úr bráfeingis kreppuni skjótast og effektivast møguligt fyri skjótast til ber at hevja seg upp í strategiskan hugburð og seta sær strategisk mál. Høvuðseyðkennið við eini strategiskari stevnu er, at vit (t.e. flestøll okkara) velja hana av fríum vilja og ikki undir trýsti. Tá ið tað stundum verður sagt, at “tað verður altíð rok, uttan mun til hvat vit gera” er tað eitt rættiliga týðuligt tekin um, at talan er ikki um strategiska leiðslu. Tá ið leiðarar og fólk annars brúka stóran part av orkuni til samskifti og til at grundgeva, meta um, taka ímóti ábendingum og viðgera tær við atliti at stórum óvissum – og tó halda fast í tí skipaða og fleirtáttaða. Tá er okkurt, sum bendir á, at talan er um strategiska leiðslu.
Kreppan
Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, hevur í tíðargrein í Sosialinum beint fyri ársskiftið víst á, at landskassin hevur eitt “strukturelt hall”. Sæð frá fíggjarmálaráðnum er hetta ein kjarnutrupulleiki. At hann í somu grein kemur til eina margháttliga niðurstøðu um, hvussu hesin trupulleikin skal loysast við at heinta meira skatt inn broytir ikki tann veruleika, at hetta er fyrstu ferð í 10 ár, at ein fíggjarmálaráðharri kemur til hesa staðfesting.
Eitt “strukturelt hall” verður leiðslutekniskt orðað “funktiónir eru ótálmaðar” (ella “funktioner ude af kontrol” á donskum máli). Um vit í vinnuliga geiranum staðfesta sama trupulleika, siga tey á bankamáli, at vit blaka ikki góðar pengar eftir vánaligum.
Uttan annars at taka støðu til bústaðarskatt ella aðrar tillagingar av skattaskipanini, og uttan mun til, um tað annars er skilagott við skattaumleggingum, er tað altavgerandi, at landskassin ikki fær høvi til at økja um sínar inntøkur, fyrr enn vit kenna okkum rímiliga trygg við, at funktiónirnar eru tálmaðar (í myndatalu, at lekarnir í føroysku skútuni eru tettir).
Kreppuloysn
Tá ið vit hava staðfest, at landskassin hevur ein bygnaðarligan trupulleika, er bert eitt stað at finna loysnirnar. Hevur tú ein bygnaðartrupulleika finst loysnin í leiðsluskipanini. Tað nyttar lítið at royna at broyta sjálva funktiónina, royna nýggja tøkni, gera roknskaparligar greiningar (“budget-analyser” á donskum máli) ella annað tílíkt. Ein bygnaðarligur trupulleiki kann bert loysast innanfyri karmarnar á leiðsluskipanini, og oftast er veikasta liðið í ovastu leiðsluni. Tað, sum kom alment fram í sambandi við kanningina av heilsuverkinum fyri stuttum, bendi rættiliga greitt á eyðkenni, sum í “fyritøkuarkitekturi” (“Enterprise Architecture” á enskum máli) verður nevnt ein vitanarfella: Tey, sum vita, hava einki at skula sagt, og tey, sum taka avgerðir, vita ikki.
Hetta merkir aftur, at vit kunnu avmarka okkara leitan eftir “problem-eigara” til ein persón. Tað er persónurin aftanfyri løgmansembætið, sum einsamallur - og persónliga – hevur møguleika at átaka sær trupulleikan. Ger hesin persónurin ikki tað, verður trupulleikin ikki loystur.
Spurningurin um, hvør loysnin er, verður ikki nortin í hesi grein. Partvíst er ein møgulig loysn ikki púra óheft av persóninum, sum skal útinna loysnina. Partvíst er ein møgulig loysn nær tengd at teim møguleikum, sum persónurin sjálvur fæst at síggja í tí umhvørvi, viðkomandi ferðast. Tað avgerandi er, at persónurin megnar ikki einsamallur at finna eina loysn – hvørki við ella uttan sínar næstu medarbeiðarar. Vit vita eisini, at talan er um “eina” loysn og ikki eina røð av loysnum. Sæð frá einum leiðslutekniskum sjónarmiði er talan bert um eina “loysn”, sum loysir upp fyri eini røð av prosessum, sum tá kunnu tykjast so sjálvsagdar.
Strategiskar ætlanir frameftir
At ein ætlan er strategisk merkir í stuttum, at vit í felag velja eina framtíð og leggja orku í at røkka hesi framtíð, taka ítøkiligar avgerðir og binda okkum til uppgávuna, hóast avgerðargrundarlagið er veikt, og váðin er stórur. Tað verður mangan nevnt at vera “pro-aktiv” á fremmandum máli.
Mangan hoyrist, at vit mega finna fokusøki. Tað ljóðar so sjálvsagt, men tað hevur ikki nakran sjálvsagdan týdning, tá ið talan er um at leggja ætlanir fyri eitt heilt land. Í einum lítlum, heilum samfelag hava fólk eins skiftandi áhuga og í øðrum størri samfeløgum. Talið á teimum, sum forfylgja sínum stevnumiðjum heilt fram til tað, sum hevur altjóða áhuga, eru fá. Ilt er at gita um, innan hvørji øki hesi fáu vilja leggja sína orku.
Vit kundu ikki leggja eina ætlan fyri 10 árum síðani og tá rokna við, at har kom ein Pál Joensen út í hinum endanum. Veruleikin er tann øvugti. Grundað á sín áhuga og framtakshug brúkti Pál tær umstøður, honum vóru givnar til tað uttasta markið og eitt sindur afturat. Vit skulu eisini leggja til merkis, at svimjing er ein einstaklingagrein.
Men vinnulív og gransking (sum í dag hanga neyvt saman) hevur ikki stórvegis av greinum fyri einstaklingar á altjóða pallinum. Har finnast at kalla bert greinar fyri lið. Avbjóðingin er tað størri.
Kravið til eina strategiska ætlan er tí, at hon í størsta mun er metodu-grundað og í minni mun virkis-grundað. Vit skulu menna arbeiðshættir og velja, hvørjar arbeiðshættir vit vilja leggja okkum eftir. Virkisøkini verða í stóran mun vald eftir, hvar initiativ og framtakshugur vísa seg í verki.
Tey góðu tíðindini í tí sambandi eru, at við einum rímiligum vilja frá hægsta stað ber til at brúka kend amboð, sum bæði eru teoretiskt grundað og roynd. Vit vita eisini fyri vist, at tær strategisku læruprosessirnar fáast einans við at virka ígjøgnum ítøkilig prosjekt. Vit vita eisini, at neyðugt er at byggja á prosjekt, sum longu eru komin nakað áleiðis, skal skjøtil fáast á og nøkur úrslit hómast innanfyri bert rímiligt áramál.
Eitt møguleikans ár
2009 er í mangar mátar eitt møguleikans ár. Kann vera, at stígur kemur í búskapin – ella beinleiðis niðurgongd og kreppa. Kann vera, at møguleikarnir at dusa sær í jøvnum vøkstri minka. Kann vera, at tað kemur at standa á gomlum nøglum. Men við eini búskaparligari støðu, har okkum ikki nýtist at steðga upp eftir einum ári ella tveimum, eigur at bera væl til at avgreiða kreppuspurningin eftir stuttari tíð og brúka tær somu læruprosessirnar til at leggja strategiskar lunnar av nýggjum – eisini uttan at bróta niður enn fleiri gamlar lunnar. Hóast nógv ókvæmisorð og hóast tíðin er um at fara frá teimum, hava teir fáu gomlu lunnar, sum eftir eru, borið okkum ígjøgnum tey seinastu 20 árini eisini.