Í hesum døgum hevur verið nógv kjakast um nýggja samferðsluálitið hjá Vinnumálastýrinum, og tingmenn hava v erið grammir eftir at fáa ein nýggjan veg, ein tunnil ella eina nýggja ferju til sítt valdømi. Hetta eru tó bert ynski, ið ikki bíðast skal leingi eftir, áðrenn tey gerast veruleiki. Men so er ikki hjá sandoyingum. Liðugt er nú at projektera nýggju ferjuna, ið skal avloysa Trónd, ið nú er vorðin 40 ára gamal.
Byrjar at sigla ár 2000
Í samferðsluálitinum frá Vinnumálastýrinum stendur, at Tróndur verður skiftur út ár 2000, so hetta merkir, at farast skal undir byggingina av nýggju Sandoyarferjuni heilt skjótt.
Tróndur hevur leingi ikki verið nóg góður at nøkta Sandoyarfarlkeiðina, og tí eru sandoyingar sera glaðir fyri, at farið nú verður undir at byggja nýtt skip. Eisini kemur nýggja skipið at verða til stóra gleði fyri fiskivinnuna í oynni, tí nýggja ferjan lastar væl meira enn Tróndur, og tískil ber til at flyta meira fisk av oynni í senn.
Ikki nógv størri
Nýggja sandoyarfejan verður 45 metrar long og um 15 metrar breið. Umborð verður pláss fyri 300 ferðafólkum um summarið og um veturin kemur hon av trygdarávum ikki at taka meira enn 190 fólk.
Ferjan kemur at hava tvey bildekk, og taka hesi tilsaman 33 persónbilar ella 2 treylarar og 12 persónbilar.
Hóast nýggja ferjan kemur at taka væl meira ferðafólk og væl meira bilar enn Tróndur, so er hon ikki so ógvuliga nóg størri enn Tróndur. Tróndur er nevniliga 40,7 metrar langur og 9,10 metrar breiður. Hetta merkir, at nýggja ferjan verður um 4 metrar longri og 5 metrar breiðari enn Tróndur.
Tróndur tekur bert 14 persónbilar, so talan er um tvífaldan av bilatalinum við nýggju ferjuni.