Sáttmáli er nú undirskrivaður við Karstensens Skibsværft í Skagen um nýggja skipið hjá P/F Vinnuni í Gøtu Í eina tíð hevur ligið í luftini, at P/F Vinnan í Gøtu, sum frammanundan eigur Trónd í Gøtu, Finn Fríða og Saksaberg, ætlandi fer at byggja nýtt skip.
Fyri fáum døgum síðan segði Jákup Jacobsen, reiðari, at felagið ikki hevði tikið endaliga støðu til, hvar nýggja skipið skal smíðast, men at tað antin verður í Noregi ella Danmark.
Herfyri gjørdist so greitt, at skipið verður smíðað á Karstensens Skibsværft í Skagen.
Felagið hevur undirskrivað sáttmála við skipasmiðjuna, og byggikostnaðurin verður 230 miljonir krónur.
Nýggja skipið hjá gøtumonnum verður um 81 metrar langt og 17 metrar breitt. Tað kemur at lasta um 2.700 tons og tekur góðar 900 rúmmetrar av olju.
Mett verður, at skipið, sum kemur í flotan um eini tvey ár, skal fiska fyri einar 70 miljónir krónur um árið fyri at svara hvørjum sítt.