Fólkatingsval
Elin Heðinsdóttir Joensen eitur feskasta valevnið á javnaðarlistanum, sum fyrrapartin týsdagin varð lati fjølmiðlunum.
Sum navnið bendir á, so er talan um dóttir nýkosna borgarstjóran í Havn, og sjálv dylir hon ikki fyri, at hetta at taka aktivt lut í politikki er nakað, sum meira ella minni er í genunum.
- Tað ger tað nokk. Spurningurin um uppstilling hevur eisini áður verið uppi og vent hjá okkum, men higartil havi eg aloftast hildið meg aftur, tí eg havi ikki vilja verið á sama lista, sum pápi mín. Hesaferð stillar hann so ikki upp, og so var tað ikki serliga trupult hjá mær at taka avgerðina.
Atkvøðuarvurin
At børn av politikarum velja at stilla upp, er á ongan hátt nakað nýtt fyribrigdi. Ofta er úrslitið eisini, at hesi fáa eina framúr byrjan upp á politisku karrieruna, har fleiri av atkvøðunum koma beinleiðis frá eldra ættarliðnum.
Í so máta man vónin hjá Elin ikki vera stórt øðrvísi, men hon leggur tó dent á, at navnið einsamalt ikki er nóg mikið.
- Tað er jú ringt at meta um, hvørjar atkvøður eg kann »fáa« frá pápa mínum. Sjálvandi skalt tú ikki vera blind, og rokna við onga at fáa, men hvussu nógvar, talan verður um, er torført at siga. Vit eru jú eisini tveir ymsir persónar, so mín vón er í øllum førum, at eg eisini kann fáa nakrar atkvøður, sum ikki koma tann vegin.
Og tað er eingin ivi um, at talan er um ein persón við eini breiðari kontaktflatu, sum nú er komin á lista C. Umframt dagliga starvið á Húsalánsgrunninum, hevur Elin í mong ár verið aktiv í fimleiki. Hon hevur sitið í nevndini í Havnar Fimleikafelag, og síðani 2001 hevur hon staðið á odda fyri Fimleikasambandinum. Hartil hevur hon í átta ár ? harav fýra sum formaður ? verið limur í barnaverndarnevndini hjá Tórshavnar Kommunu. Hon er limur í umboðsráðnum hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, og eisini er hon partur av nevndini hjá Havnar Sjúkrakassa. So óvon við nevndararbeiði er hon so á ongan hátt.
Og einum politikara so líkt, so hevur hon eisini eina vón um at koma á Fólkating.
- Annars hevði eg ikki stilla upp. Eg rokni ikki við, at tað er nakar sum stillar upp, og ikki ætlar sær framat, staðfestir Elin Heðinsdóttir Joensen at enda.
Sterkur listi
Talan tykist annars vera um ein sterkan lista, sum Javnaðarflokkurin hevur funnið fram, nú val aftur er á skránni.
Við undantakið av Sverra Midjord telur listin telur alla ting- og landsstýrismanning floksins, umframat at onnur væl kend nøvn eisini eru at finna. Eitt nú Thomas Arabo, Helena Dam á Neystabø, Eyðgunn Samuelsen og Mikkjal Sørensen, sum helst øll kunnu fáa nakað væl av atkvøðum í sín part.
Listin hjá Javnaðarflokkinum
NavnEftirnavnBýur/bygd
AndriasPetersenGøta
SylveriusJacobsenSkáli
SigfríðurAbrahamsenFuglafjørður
SunnleivurHøjgaardRunavík
Randi íJógvansstovuLeirvík
Mamy DahlSørensenViðareiði
EyðgunnSamuelsenKlaksvík
VilhelmJohannesenKlaksvík
Hans PauliStrømVestmanna
SoffiEgholmLeynar
ThomasAraboSignabøur
NapoleonMagnussenMiðvágur
BirgirHansenSørvágur
KristianMagnussenTórshavn
JohnJohannessenTórshavn
Katrin DahlJakobsenTórshavn
Helena D. ÁNeystabøTórshavn
BjørgJoensenTórshavn
RigmorDamTórshavn
Elin HeðinsdóttirJoensenTórshavn
GerhardLognbergSkopun
Jákup BirgirMohrSandur
Jóannes EidesgaardTvøroyri
Jónhild A.NielsenTvøroyri
HenrikOldVágur
MikkjalSørensenPorkeri