Ovari vøllur í Gundadali bleiv fyrstu ferð nýttur í gjár, eftir at vøllurin hevur fingið nýtt undirlag. Tað vóru HB og AB, sum skuldu leika, og tá liðini vóru komin á vøllin, fór býráðsformaðurin í Tórshavnar Býráð, Heðin Mortensen, út á vøllin og handaði báðum liðformonnunum eitt blómutyssi.
Formenninir í fótbóltsfeløgunum í teimum fýra fótbóltsfeløgunum í Tórshavnar kommunu, HB, B36, AB og Fram, fingu eisini handað eina gávu frá býráðsformanninum undan dystarbyrjan.
Annars kann leggjast afturat, at HB vann fyrsta dystin á nýggja undirlagnum heili 4-0.