Nýggjan bát til útróður

Skopun: 77 ára gamli Mads Winther í Skopun er gamal útróðrarmaður, men aldurin hevur ongan týdning.

Hann hevur júst keypt sær nýtt far úr Íslandi. Báturin, ein Víkingur 800 er á veg heim til Føroyar. 

Gamli báturin hjá Mads, eitt 10-mannafar ið er bygt í Miðvági, stendur nú á Sølutorginum hjá bkv.fo. 

Mads byrjaði annars at rógva út sum 17 ára gamal.