Kommunutíðindi
Bø:Nýggja vatngoymslu og vegføring í Bø, umframt kirkjugarð og vegagerð í Gásadali, eru høvuðsmálini Bíggjar Kommuna fer at arbeiða við í ár, sigur borgarstjórin.
Í Bíggjar Kommunu eru tvær bygdir, Bøur og Gásadalur. Báðar eru smáar, so fíggjargrundarlagið er ikki tað stóra. Men skattaprosentið man vera tað lægsta í landinum ella í hvussu er heilt nær við, sigur Jógvan Páll Joensen, borgarstjóri í Bíggjar Kommunu. Skattaprosentið er 15,75, og barnafrádráturin er 3.000,- krónur.
Børnini eru nógv í Bø. Gott 20 børn í og undir skúlaaldri. Samlaða fólkaatalið í Bø liggur umleið 70 fólk, og fólkið er ungt. Elsti maður í bygdini hevur ikki fylt 70 ár. Hinvegin er støðan so beint øvugt í Gásadali, sigur borgarstjórin.
Tað størsta takið hjá Bíggjar Kommunu í ár verður at fáa nýggja vatngoymslu í Bø, sigur Jógvan Páll Joensen. Ein nýggjur glastrevjbrunnur, sum tekur 60 rúmmetrar, er keyptur fyri einar 100.000,- krónur. Umframt fer tað so at kosta umleið tað sama at seta upp og binda í, sigur hann. Nýggja vatngoymslan fer at taka kelduvatn, sum ikki hevur verið brúkt fyrr í Bø. Vatnið hevur higatil verið tikið úr áunum.
Vegurin, sum gongur gjøgnum Bíggjar bygd skal eisini broytast eitt sindur. Miðskeiðis í bygdini, beint niðan fyri skúlan, skal vegurin flytast nakað omaneftir. Økið er fingið til vega, og farið verður undir arbeiðið nakað skjótt.
Útstykking er í gongd í Bø. Kommunan hevur 11 grundstykki tøk, og eini fýra eru umbiðin. Tað eru mest lokal fólk, sum hava biðið um grundstykki í Bø, sigur Jógvan Páll Joensen. Tó leggur hann afturat, at heilt klárt er tað ikki, tí útskifting fer fram í løtuni. Men tó so mikið, at fólk eru farin at byggja.
Í Gásadali, sum er hin bygdin í Bíggjar Kommunu, eru eisini ávís ting at avgreiða í ár, sigur borgarstjórin í Bíggja Kommunu.
Fyrsta, sum farið verður undir, er at vaksa um kirkjugarðin í Gásadali. Hann er ov lítil og má víðkast beinanveg, sigur Jógvan Páll Joensen.
Skúlin í Gásadali skal eisini setast í stand. Skúlin hevur ongan miðstøðuhita, og hann er klæddur innan við plátum. Tað skal broytast, og klæðast skal við timbri innan, soleiðis at hann fer at líkjast skúlanum í Bø, sigur borgarstjórin.
Gásadalur stendur fyri at fáa vegsamband við restina av oynni, og tað fer at broyta bygdina munandi. Allir vegirnir í bygdini mugu gerast av nýggjum, tí eingin vegur í Gásadali er gjørdur til at taka í móti nógvari bilferðslu.
Eisini í Gásadali er áhugi fyri at fáa grundstykki, sigur Jógvan Páll Joensen. Kommunan fer at gera byggiklárt í Gásadali, og onkur umsókn er komin um at fáa grundstykki har uppi. Okkurt hús er longu bygt, men tað verður neyvan tann stóra byggingin í Gásadali í ár kortini, væntar borgarstjórin í Bíggjar Kommunu.
Hann sigur, at tað fyrsta, sum verður at gera í tí málinum, er at fáa eina heildarloysn yvir, hvussu farast skal fram við bygging í Gásadali.