Í gjár var reisigildi á Toftum. Tann fyrri av tveimum íbúðarbygningum á Toftum varð reistur.
Talan er um fyrstu íbúðarbyggingina yvirhøvur í Nes kommunu. Í hesum fyrra blokkinum eru tíggju íbúðir, og áhugin fyri at búgva í nýggju íbúðunum, sum liggja høgliga fyri, er stórur.
Tað varð lagt fyri við útgrevstri í januar í ár.
Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at Nes kommuna og Bústaðir hava síðani 2013 tosað saman um at byggja íbúðir á Toftum.
Avtalan um íbúðirnar kom endaliga upp á pláss í oktober 2018 ella fyri einum lítlum ári síðani.
Falkon í Saltnesi hevur útgrevstrararbeiðið, og KBH á Toftum hevur byggingina um hendi.
Tað verður roknað við, at fyrstu íbúðirnar vera klárar at flyta í undan jólum í 2020 ella um somu tíð, sum tað verður koyrandi í Eysturoyartunlinum.