Nýggjar ferjur

Eitt norskt felag fer nú at byggja nakrar ferjur, sum skulu fáa fleiri ferðafólk at njóta náttúruna á teimum longu firðunum í Vesturnoregi.

Í fyrsta umfari er ætlanin at byggja tvær bilferjur, sum skulu sigla á Hjørundfjørðinum og Geirangerfjørðinum, og gongst sum ætlað fara tær í rutu í 2008. Skipini, ið verða bygd sum tvíkiljur, verða 44 metrar long, og kostnaðurin fyri hvørt skipið fer at liggja oman fyri 60 milliónir norskar krónur.

Á summum rutum skulu tær nýggju ferjurnar kappast við skip, sum longu sigla har, men reiðaríið ivast ikki í, hvør fer at vinna kappingina. Næstan allur yvi8rbygningurin á ferjunum verður úr glasi, og tað fer at geva ferðafólkunum heilt aðrar møguleikar enn teir, sum verandi skip bjóða, sigur reiðaríið.