Norrøni Eftirskúlin í Hygum í Danmark hevur í fleiri ár havt tað fíggjarliga trupult. Grundin er at ov fáir næmingar eru á skúlanum, hóast nógv hevur verið gjørt fyri at fáa hetta tal at økjast.
Hetta lága næmingatal ger tað torført at reka skúlan fíggjarliga forsvarligt.
Nevndin og leiðsla skúlans hava til fánýtis roynt ymsar hættir at økja næmingatalið, men máttu á heysti 1998 ásannað at okkurt munabetri mátti gerast.
Tá stjórin fór í annað starv, valdi nevndin at heita á Kirkjuligu Heimamissiónina í Føroyum um at gerast virkin í stuðulsfelagnum, og somuleiðis hjálpa við at finna ein nýggjan stjóra.
Heimamissiónin hevur tikið væl ímóti hesi áheitan um at gerast ein virkin partur av stuðulsfelagnum, og í løtuni sær út til, at tað saman eydnast at finna rætta mannin at leiða skúlan inn í nýggju øldina. Hesin verður vónandi settur í nærmastu framtíð.
At Heimamissiónin verður virkin í stuðulsfelagnum og soleiðis fær ávirkan á skúla vónar nevndin fer at bera við sær at skúlanum verður lív lagað, og at føroyskur ungdómur, ið ynskir at sleppa á eftirskúla í Danmark, velur Norrøna Eftirskúlan, sigur nevndin í tíðindaskrivi.