Nýggjar loysnir fyri einum reinari havi

Norðurlendski Ráðharrastovnurin skipar fyri seminarinum í samstarvi við Norðurlandahúsið í Føroyum

Havið hevur stóran týdning fyri okkum í Norðurlondum,  og tað verður raðfest ovarlaga á norðurlendsku dagsskránni í løtuni. Nógv av  okkara týdningarmesta tilfeingi kemur úr havinum, og sigling er ein týðandi vinna í dag. Tað hevur okkara áhuga – og tað er okkara ábyrgd – at verja havið. Hetta er orsøkin til, evnið at verja  lívið  í havinum er valt til Norðurlendsku Umhvørvisvirðislønina í 2018. Málið var  samstundis at stuðla Heimsmáli nr. 14 hjá Sameindu Tjóðum um burðardyggari menning.

Tann týdningur, sum havið hevur fyri okkum í Norðurlondum, kemur eisini til sjóndar á tann hátt, at Ísland hevur sett  havið í brennidepilin í sínum formansskapi í Norðurlendska Ráðharrastovninum í ár. Harumframt hevur íslendski formannsskapurin  í Arktiska  Ráðnum og ED hjá Íslandi í Heimsbankanum raðfest havið ovarlaga. Høvuðs raðfestingarnar eru um havnir sum innovationshubs, um stríðið móti plastdálking í høvunum, um møguleikarnar  fyri at kunna menna tann bláa búðskapin, og um hvønn týdning hann hevur fyri Norðurlond.

Seminarið mikudagin 10. apríl  setir í brennidepilin nýggjar  loysnir fyri  at gera havið reinari. Talan er um føroysk, norðurlendsk og altjóða tiltøk fyri at fáa eitt reinari hav. Í stríðnum móti dálkingini av høvunum verður ikki minst dentur lagdur á dálkingina frá skipaferðsluni.

Norðurlendski Ráðharrastovnurin skipar fyri seminarinum í samstarvi við Norðurlandahúsið í Føroyum.

Málið á seminarinum er danskt og svenskt.

Skrá

                       Kaffi 

09:00-09:10   Aksel V. Johannesen, løgmaður, bjóðar vælkomin

09:10-09:40   Aðalreglan  v/ Fredrik Haag, skrivstovustjóra í London Convention/Protocol & Ocean Affairs. Marine Environment Division, International Maritime Organization  (IMO) 

09:40-09:55   Sirið Stenberg, landsstýrisfólk í umhvørvismálum.

09:55-10:00   Kunnað verður um umhvørvisvirðislønina hjá Norðurlandar Ráðnum.  Evnið: Vernd av lívinum í havinum (6 min. Video)

10:00-10:20   Jóhann Fagraklett,  stjóri í Green IQ, sum var tilnevnt umhvørisvirðisløn Norðurlandaráðsins í 2018

10:20-10:30   Ólavur Gunnarson, formaður,  Maskinmeistarafelagið í Føroyum 

10:30-10:45   Jákup Sørensen, projektleiðari, NORA. Trý íslendsk formanskapstiltøk vera løgd fram. Tey snúgva seg um havið, serliga um NordMar havnir.

10:45-11:00   Tikið verður saman um, og seminarið endar