Nýggjar makrelsamráðingar

Í hesi vikuni eru nýggjar makrelsamráðingar í London um býtið av felagskvotuni millum strandalondini. Ætlandi kemur Ísland við í avtaluna sum strandaland fyri 2011. Hóast ikki long tíð er liðin, síðan Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, endaliga noyddist at ásanna, at Føroyar ikki gjørdust partur av semjuni um býtið av felagskvotuni av makreli fyri 2010, eru longu nýggjar samráðingar aftur um býtið fyri 2011.

Hesar samráðingar eru í London, og neyvan er hugsandi, at fundurin hesaferð kemur til eina endaliga semju fyri 2011. Talan verður helst um fleiri fundir, og lítið man vera at ivast í, at hetta enn einaferð verða truplar samráðingar.

Ísland, sum hevur veitt stórar nøgdir av makreli í íslendskum sjógvi seinnu árini, kemur ætlandi við í býtið millum strandalondini, sum annars hava verið Føroyar, Noreg og ES.

Føroyski býtisparturin hevur verið niðanfyri 5% av heildarkvotuni, og nú Ísland ætlandi eisini kemur við í hetta samstarv, er hugsandi, at tað ikki verður minni trupult hjá Føroyum at fáa ein størri prosentpart í avtaluni fyri 2011.

Noreg og ES hava nevniliga verið rættiliga tung at ?dansað? við og hava treyðugt viljað givið av sínum stóra prosentparti.

Nú Føroyar hava fiskað av eginkvotu í 2010 og soleiðis hava fingið staðfest, at nógvur makrelur er í føroyskum sjógvi, er spurningurin, um hetta kemur at fáa nakra ávirkan á Noreg og ES um føroyska partin av makrelinum. Í ár er eisini staðfest, at makrelur gýtir í føroyskum sjógvi.

Kemur Ísland við í avtaluna sum strandaland, skal landið eisini hava sín part.

Í øllum førum verður spennandi at fylgja samráðingunum, sum nú byrja í London.