SJÓNVARP
Í gjár skrivaðu vit um, at SvF við teirri væntaðu meirinntøkuni fyri hækkaða sjónvarpsgjaldið fer at gera meira føroyskt tilfar.
Tað verður ikki øll verðin av nýggjum tilfari, hyggjararnir kunnu vænta sær.
Mikkjal Helmsdal, sjónvarpsstjóri, greiddi í gjár frá, at rakstraríløgur og lønarhækkingar væntandi fara at stjala tað mesta av inntøkuvøkstrinum. Tað, sum er eftir, fer so til at gera nýtt tilfar fyri.
?Vit kanna í løtuni tríggjar møguleikar: Ein fimmta tíðindasending um vikuna, ein fasta ítróttarsending og eina ungdómssending, sigur Mikkjal Helmsdal.
Sendingarnar eru ikki raðfestar í nakrari raðfylgjuni. Sjónvarpsstjórin upplýsir, at teir í løtuni kanna, hvørjar møguleikar, Sjónvarpið hevur.
?Vit hava í longri tíð onga ungdómssending havt. Somuleiðis hava vit onga fasta ítróttarsending havt. Hetta eru sendingar, ið kosta nógv at framleiða, men nú hava vit víðkaðar fíggjarligar rammur, sigur Mikkjal Helmsdal.
Ætlanin er at hækka sjónvarpsgjaldið við 400 kr. umframt Mvg til 2.000 kr. fyri hvørt húski við sjónvarpstóli.
Í Sjónvarp Føroya meta tey, at hetta vil geva stovninum einar 4,5-5 milliónir meira í inntøku.
.