Nýggjar tilboðsferðir millum Føroyar og Danmark

   

Atlantic Airways bjóðar nú sínum viðskiftafólkum fleiri spennandi tilboð um ferðir millum Føroyar og Danmark. Talan er um vikuskiftisferðir og serligar APEX-ferðir til Keypmannahavnar og Billund.
Vikuskiftisferðir til Keypmannahavnar verða millum 7. august og 6. oktober seldar fyri 1.795 krónur. Tilboðið er galdandi, um tvey fólk ferðast saman, og tey eru burtur í minsta lagi náttina millum leygardag og sunnudag og í mesta lagi fýra dagar.
Serligar APEX-ferðir til Keypmannahavnar verða millum 7. august og 8. oktober seldar fyri 2.095 krónur. Tilboðið er gald-andi, um tvey ferðast sam-an, og tey eru burtur í minsta lagi náttina millum leygardag og sunnudag og í mesta lagi 14 dagar.
Vikuskiftisferðir til Billund verða somuleiðis seldar fyri 1.795 krónur. Her kann veljast millum vikuskiftini 7 til 12. august og 14. til 19. august. Tilboðið er galdandi, um tvey fólk ferðast saman.
Til ber eisini at keypa serligar APEX-ferðir til Billund millum 7. august og og 10. oktober. Tilboðið er galdandi, um tvey ferðast saman og eru burtur í minsta lagi náttina millum leygardag og sunnudag og í mesta lagi 14 dagar.
Fyri øll tilboðini er galdandi, at annað av teimum ferðandi kann vera eitt barn. Børn millum 2 og 15 ár ferðast fyri minus 33 prosent av kostnaðinum. Børn undir 2 ár ferðast fyri minus 90 prosent.
Íroknað allir prísir eru ferðingin aftur og fram og ferðaavgjald. Avgreiðslugjald upp á 220 krónur verður lagt oman á prísin. Munur kann vera á avgreiðslugjaldinum á ymsu ferðaskrivstovunum, nú tær sjálvar áseta avgreiðslugjaldið.