Nýggjar útstykkingar í Nes kommunu

Nú várdagar verða í Nes kommunu, og bátafestivalurin stundar til, kann borgarstjórin fegnast um, at fólkatalið í kommununi setir met.

Tað er hugaligt hjá Nes kommunu og borgarstjóranum, Jóhannusi Danielsen, at staðfesta, at fólkatalið í kommununi nú er tað mesta nakrantíð, nevniliga 1300.

 

- Tað er gleðiligt, at vit fjølgast í tali, og tað er gleðiligt at síggja, at nýggj sethús verða bygd.

 

Jóhannus Danielsen vísir á, at av teimum 24 grundstykkjunum, sum eru við Lýarsveg, er bert eitt grundstykki eftir, sum ikki er selt. Nógv er bygt á Gadd seinnu árini, men her eru enn nøkur grundstykki eftir.

 

Í løtuni er Nes kommuna í holt við at fyrireika nýggjar útstykkingar. Hin eina verður norður úr vegnum, har nýggju húsunum hjá Halduri Vang standa. Her er kommunan í løtuni í holt við at keypa lendið.

 

Borgarstjórin sigur, at væntandi verða her eini 8-9 nýggju grundstykki, harav eini seks longu eru umbiðin.

 

Jóhannus Danielsen sigur, at kommunan í løtuni eisini arbeiðir við einari nýggjari útstykking Undir Høganesi, og her verða í fyrstu syfti eini 10-15 grundstykki, harav eini átta longu eru umbiðin.

 

- Vit arbeiða í løtuni við at keypa lendið til hesar báðar útstykkingar, men samstundis verður arbeitt við projektering, og vónandi kunnu tey fyrstu grundstykkini í hesum útstykkingum seljast í ár, sigur hann.