Vindmyllur
Henning Jacobsen, verkfrøðingur hjá SEV, væntar, at gongur alt sum ætlað, standa myllurnar uppi um einar 14 dagar ella so.
Hann sigur, at hesar tríggjar vindmyllurnar hava eitt veingjabreiði, sum er 47 metrar í mun til verandi myllu í Nes haga, har longdin úr enda í annan er einar 25 metrar.
- Hesar myllurnar eru 660 kW hvør, meðan verandi mylla í Nes haga er 150 kW.
18 milj. krónur
Spurdur, hvussu stór íløgan er ? og um hetta er ein góð íløga hjá SEV, sigur Henning:
- Verandi mylla í Nes haga, sum hevur staðið upp í eini 11-12 ár, hevur riggað væl og við teimum royndum, sum SEV hevur gjørt sær við hesi myllu, er væntandi, at íløgan upp á einar 18 miljónir krónur, verður ein hampiliga góð íløga.
Henning Jacobsen sigur, at nýggju myllurnar í minsta lagi skuldu givið einar 7 miljónir (kW) kilowatt tímar um árið, og havandi í huga, at nýtslan í einum vanligum húsarhaldi liggur um 5.000 (kW) kilowatt tímar, svarar orkuframleiðslan hjá nýggju myllunum til nýtsluna hjá einum 1300 húsarhaldum.
Eystari armur?
Á eystara armi á Skálafjørðinum búgva eini 3.600 fólk tilsamans. Býta vit hetta tal við 3, sum man vera umleið miðaltalið av fólki í hvørjum húsi, fáa vit 1.200 húsarhald. Tað merkir, at nýggju vindmyllurnar hjá SEV í minsta lagi kunnu nøkta el-tørvin hjá øllum húsarhaldum á eystara armi á Skálafjørðinum.
Í hesum einfalda roknistykki er vinnan í økinum ikki tikin við, men bert vanligu húsarhaldini.
Hetta gevur hóast alt eina mynd av, hvussu stór el-framleiðslan hjá hesum trimum vindmyllunum kann væntast at verða.