Fiskivinna
Nú líðir væl við nýggju trolarunum, sum P/F Beta í Saltangará letur byggja í Vigo í Spaniu.
Dagurin fyri navngevingini er settur til leygardagin, 23. november, og ætlandi
loysa skipini í Spaniu, mánadagin, 25. november.
Olaf Olsen, reiðari, væntar, at nýggju skipini verða í Føroyum týsdagin, 3. desember.
- Báðir bátarnir eru klárir, tá ið teir fara úr Spaniu, og væntandi fara teir
fyrsta túrin longu miðskeiðis í somu viku, sum teir koma, sigur hann.
Skiparar verða víkarmaðurin, Ólavur Samuelsen, sum hevur ført Gorp og streymnesmaðurin, Kjartan Egholm, sum hevur ført Skráp.
Tað merkir tó ikki, sigur Olaf Olsen, at Gorpur og Skrápur eru millum tey trý skipini, sum fara úr flotanum fyri teir nýggju.
Hann vil tó ikki siga, hvørji trý skip fara úr vinnu fyri nýbygningarnar.
Nakrir færri
Maskinmenninir hava verið í Spaniu eina tíð, og tann eini hevur fylgt arbeiðnum meginpartin av tíðini. Ein partur av manningini er eisini farin niður til Vigo at rigga skipini til.
Í komandi viku fer so restin av manningini avstað saman við fólki frá reiðarínum, sum skulu vera við, tá ið skipini verða latin og navngivin.
Olaf Olsen sigur, at manningartalið umborð á nýggju skipunum verður tað sama, sum við teimum gomlu, og tá ið trý skip fara úr flotanum fyri tvey, merkir tað, at samlaða manningartalið verður heldur minni.
- Men nýggju skipini verða meira í sjónum enn tey gomlu, og tað merkir so aftur, at vit koma at hava fleiri avloysarar, leggur hann aftrat.
Reiðarin vísir á, at tey gomlu skipini krevja meira røkt enn tey nýggju, og tí má roknast við, at nýbygningarnir verða drúgvari í sjónum.
Útgerðin føroysk
Ein stórur partur av útgerðini umborð á nýggju trolarunum hjá P/F Beta er føroysk.
Fiskireiðskapurin er føroyskur; hann hevur trolvirkið, Vónin, latið, og radioútgerðin er keypt frá Radiohandlinum í Saltangará. Haraftrat hevur maskinverkstaðurin, FJM í Runavík, bygt og sett arbeiðsdekkið upp og somuleiðis bondini, sum føra fiskin niður í lastina.
Olaf Olsen sigur, at umstøðurnar hjá manningini umborð á nýggju skipunum kunnu ikki samanberast við umstøðurnar umborð á teimum gomlu - hvørki, tá ið ræður um sjálvar arbeiðsumstøðurnar og umstøðurnar hjá manningini annars.
- Vit eru ógvuliga spentur uppá at fáa nýggju skipini heim og fáa tey í vinnu, sigur reiðarin.
Nýbygningarnir eru 38 metrar langir og 9,5 metrar breiðir. Teir eru merktir 462 bt., og maskinorkan er 1305 hk.
Gomlu skipini eru á leið somu longd sum tey nýggju, men eru merkt 388 bt.