Tvær bumbuspreingingar í indonesiska høvuðsstaðnum í nátt hava kravt níggju mannalív, og umleið 50 eru særd Bumbumenninir hava søkt av tveimum hotellum í Jakarta, og tað vóru fimm minuttir ímillum spreingingarnar, siga myndugleikarnir.
Løgreglan í Jakarta sigur, at fýra av teimum deyðu og 11 av teimum særdu eru útlendingar. Danska sendistovan í býnum heldur tað ikki vera serliga sannlíkt, at nakrir danskir ríkisborgarar vóru á teimum báðum hotellunum.
Óheftir eygleiðarar halda, at tað vóru yvirgangsmenn, sum sprongdu bumburnar uttan fyri tey bæði hotellini.