Níggju føroysk oyggjaleikamet

Tað blivu sett heili 38 nýggj oyggjaleikamet á Isle of Wight. Tað sigur ikki so lítið um hækkaða støðið á svimjingini seinastu tvey árini. Av teimum 38, áttu føroysku svimjararnir níggju

Fleiri ferðir komu føroysku svimjararnir á mál við eini tíð, sum var betri enn oyggjaleikametið undan hesum leikunum, uttan at vinna gull. Hetta, tí at metið bleiv sett í somu svimjing av øðrum luttakarum. Fyrsti dagurin gav greið boð um, at svimjingin hevur tikið seg nógv fram til oyggjaleikirnar í ár. Í 11 finalum vóru heili 11 nýggj oyggjaleikamet sett. Av teimum tilsamans 38 nýggju metinum, eiga vit níggju.

1: 1500m frí menn, Pál Joensen; 15:28.85
2: 200m bringa menn, Pál Joensen; 2:1596
3: 4x100 menn, Magnus Jákupsson, Pauli Ø. Mohr, Heðin L. Olsen, Pál Joensen: 3:24.10
4: 400m blandað menn, Pál Joensen: 4:23.10
5: 50m firvald menn, Magnus Jákupsson: 24.97
6: 100m rygg kvinnur, Birita Debes: 1:02.80
7: 4x50 frí kvinnur, Guðrun Mortensen,
Poula Ø. Mohr, Kristina Eliasen, Birita Debes: 1:46.70
8: 50m rygg kvinnur, Birita Debes: 29.60
9: 8x50m frí kvinnur og menn, Magnus Jákupsson, Pauli Ø. Mohr, Heðin L. Olsen, Pál Joensen, Guðrun Mortensen, Poula Ø. Mohr, Kristina Eliasen, Birita Debes: 3:28.52 (8x50m mix telur ikki við í samlaðu heiðursmerkjastøðuni)

Endaliga heiðurs­merkjabýtið í svimjing
1: Guernsey 15 gull, 12 silvur, 11 bronsur
2: Føroyar 15 gull, 12 silvur, 6 bronsur
3: Hetland 5 gull, 2 silvur, 3 bronsur
4: Jersey 3 gull, 10 silvur, 12 bronsur
5: Isle of Man 2 gull, 4 silvur, 3 bronsur
6: Isle of Wight 2 gull, 1 silvur, 1 bronsu
7: Cayman 2 silvur, 4 bronsur
8: Menorca 1 bronsu