Níggju fiskiskip sjósett í Kina

Í síðstu viku vórðu teir fyrstu níggju nýbygningarnir til Íslands, sum skipsmeklaravirkið Maretec á Argjum hevur staðið fyri, sjósettir í Kina

 

Øll níggju fiskiskipini verða liðug samstundis í november mánaði, og verða tey síðani send við einum stórum farmaskipi til Íslands. Túrurin úr Kina til Íslands fer at taka einar 45 dagar.

Øll níggju skipini eru systurskip. Tey eru 21,5 m til longdar og eru gjørd út sum kombinerað trol-, línu- og garnaskip.

Álvur Mortensen frá Maretec sigur, at øll útgerðin umborð er vesturlendsk.

Høvuðsmotorurin er frá Cummins, og hann hevur 600 hk. Spøl o. a. eru íslendsk. Skipini hava eina kølilast, sum rúmar 52 fiskakassum upp á 660 litrar. Koyggjurnar eru seks í tali, og skipið er innrættað sambært vesturlendskum krøvum.

? Íslendsku eftirlitsmenninir, sum hava verið á skipasmiðjuni í Kina, meðan skipini vórðu bygd, siga, at góðskan og standardurin av byggiarbeiðinum liggur á sama støði, sum tá bygt verður í Evropa, sigur Álvur Mortensen.

? Skipini eru bygd sambært Det Norske Veritas + 1A1, Fishing Vessel, Ice C klassa og lúka herumframt eisin øll íslendsk eftirlitskrøv, sigur hann.

Byggiprísurin fyri hesi skip ? latin í Íslandi ? er niðan fyri eina millión amerikanskar dollarar fyri hvørt skipið ella niðan fyri hálvaníggjandu millión krónur, sigur Álvur Mortensen.

10. skipið, sum skipsmeklaravirkið Maretec á Argjum byggir til Íslands, verður latið síðst í hesum árinum.

? Leveringstíðin av hesum skipinum er vorðin munandi longd, tí at skipið er broytt so nógv eftir ynski frá byggiharranum, sigur Álvur Mortensen.

Hetta skipið varð m. a. longt og skuldi hava ein størri høvuðsmotor eins og umfatandi broytingar á verksmiðjuni.

Talan er í hesum førum um ein kombineraðan nóta- og trolbát, sum er 71,30 metrar langur og 14 metrar breiður. Høvuðsmotorurin er 7.200 hk.

Álvur Mortensen sigur at enda, at nú hesi fyrstu fiskiskipini úr Kina eru við at verða liðugt bygd, er altjóða áhugin fyri at byggja í Kina munandi vaksin - bæði uttanlands og eisini í Føroyum.