Níggju heilsuhjálparfólk myrd í Pakistan

Trý heilsuhjálparfólk, sum vóru við í einari verkætlan við at koppseta fólk í útnyrðingspartinum av Pakistan ímóti polio-sjúkuni, vórðu myrd í morgun. Hetta er tað triðja álopið av hesum slagnum síðani vikuskiftið, og hesar dagarnar hava minst níggju heilsuhjálparfólk latið lív í slíkum álopum, skrivar AFP.

Pakistanska løgreglan sigur, at ein kvinna og bilførari hennara vórðu álopin og myrd stutt frá býnum Peshawar. Fyrr í morgun var ein heilsuhjálpari so meint særdur av skotum, at hann doyði á einum sjúkrahúsi.

Í gjár og mánadagin vórðu seks kvinnur, sum vóru við í somu koppsetingarverkætlanini, myrdar, tá vápnaðir menn á motorsúklum lupu á tær í býnum Karachi. Tann yngsta var 17 ára gomul.

Taliban hevur avsannað, at rørslan hevur ábyrgdina av morðunum, hóast hon fyrr hevur funnist at koppsetingarverkætlanini og mælt fólki frá at arbeiða saman við teimum vantrúgvandi, sum sagt verður.

Talsmenn fyri Taliban hava kallað verkætlanina eina vesturlendska njósningarsamansvørjing, og hendan skuldsetingin fekk av álvara vind í seglini, tá CIA viðgekk at hava brúkt eina falska koppsetingarverkætlan fyri at útvega sær upplýsingar um Osama bin Laden.

Polio-sjúkan er útruddað allastaðni uttan í Pakistan, Afghanistan og Nigeria.