Finska løgreglan váttar, at skjótingin í einum vinnuskúla fyrrapartin hevur kostað níggju mannalív Níggju næmingar lógu eftirá, tá ein ungur maður fór at skjóta frá hond inni í einum skúla í finska býnum Kauhajoki fyrrapartin. Tvey fólk eru særd.
Drápsmaðurin, sum er 22 ára gamal, royndi at beina fyri sær, men tað miseydnaðist, og hann er nú á einum sjúkrahúsi.
Finska sjónvarpsrásin Yle sigur, at drápsmaðurin rann inn í eina skúlastovu, har umleið 20 næmingar vóru til roynd, og áðrenn nakran vardi, fór hann at skjóta eftir næmingunum.