Níggju vaksin og seks børn deyð av sjálvmorðsbumbum á Sri Lanka

Trygdardeildir herja býir á Sri Lanka í jagstran eftir IS-krígsfólki. Minst trý eru deyð í skotbardaga.

15 fólk, teirra millum seks børn, eru deyð av sjálvmorðsbumbum í eystara parti av Sri Lanka.

Tað hendir, eftir at srilanskar trygdardeildir og løgreglan í gjárkvøldið og í nátt herjaðu á fleiri býir á eysturstrondini á Sri Lanka fyri at leita eftir krígsfólki frá Islamskum Stati (IS).

Sambært tíðindastovuni AFP sprongdu tríggir mans seg sjálvar í luftina, tá trygdardeildir umringaðu teir í einum húsi í býnum Kalmunai á eysturstrondini á Sri Lanka.

Í spreingingunum doyðu millum annað seks børn og tríggjar kvinnur.

Tríggir sjálvsmorðsbumbumenn eru millum tey 15 deyðu, skrivar tíðindastovan Reuters.

Srilansku trygdardeildirnar boðaðu frá, at tær høvdu dripið fýra, sum vera hildin at vera krígsmenn hjá IS, tá teir herjaðu eit thús í býnum Kalmunai, har hildið varð, at IS-krígsmenn vóru.

Tveir av teimum fýra IS-krígsmonnunum vóru dripinir í skotbardaga, sigur talsmaður fyri herin Sumith Atapattu.

– Tveir mans doyðu, tá skutu aftur, sigur Sumith Atapattu.

Enn er órgrett, hvussu hinir IS-krígsmenninir doyðu.

Talsmaðurin leggur afturat, at ein sivilpersónur eisini doyði í skotbardaganum.

Í einum tíðindaskrivi skrivar løgreglan, at teir deyðu krígsmenninir vóru hildin at vera limir í islamska bólkinum National Towheed Jama'at (NTJ).

Hildið verður, at teir deyðu yvirgangsmenninir høvdu ein leiklut í bumbuálopinum, sum raktu landið páskadag 21. apríl tá 250 fólk doyðu.

Áðrenn skotbardagan høvdu trygdardeildir lopið á eitt annað øki nærindis. Har var hildið, at IS-yvirgangsmenn høvdu ábrygd av bumbuspreinginunum, høvdu gjørt tær sjónvarpsupptøkurnar, sum IS almannakunngjørdi tveir dagar eftir álopið.

Deildirnar funnu IS-fløgg og búnar, sum passa til teir búnar, sum yvirgangsmenninir høvdu á sjónvarpsupptøkunum.

Umframt búnarnar funnu drygdardeildirnar eisini spreingievnir, útloysarar og sjálvsmorðsbumbuútgerð.

Løgreglan segði fríggjadagin, at tey roknaðu við at handataka 140 fólk, sum høvdu sambd við IS.

Higartil hevur løgreglan handtikð 76 fólk, av teimum útlendingar úr Sýria og Egyptalandi, skrivar tíðindastovan Reuters.

 

/ritzau/