Exit kanningar vísa, at 72 prosent av teimum, sum velja fyri fyrstu ferð, seta krossin við Barack Obama Klokkan ellivu fara valstøðini í seks statum á eystursíðuni at lata aftur. Tá fara beinanvegin úrslit av exit kanningum at verða kunngjørd, og tá verður roknað við, at fyrsta greiða ábendingin um úrslitið fer at fáast.
Exit kanningar í dag hava sambært CNN víst, at tey, sum velja fyri fyrstu ferð, seta krossin við Barack Obama.
72 prosent av nýggju veljarunum siga seg hava atkvøtt fyri Obama, meðan 27 prosent siga seg hava atkvøtt fyri McCain.