Níggjundi javnleikurin á heimavølli

Eitt brotssparksmál í yvirtíðini, bjargaði Manchester United í kvøld tað eina stigið á heimavølli móti Everton

Nakrir dystir hava verið spældir í ensku Premier League í kvøld.

 

Undan dystunum var størsti spenningurin rundanum dystin á Old Trafford, har Manchester United tók ímóti Everton.

 

Og leingi sá út til at Everton skuldi gera tað óvæntaða á Old Trafford. Teir løgdu seg nevniliga á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, og vóru á odda heilt til seinasta minutt av dystinum, tá tað eydnaðist Manchester United at fáa brotsspark, eftir at ein Everton leikari hevði bjarga við hondini á málstrikuni. Brotssparkið tók svenski Zlatan Ibrahimovic sær av, og hann smekkaði tað ósvikaligt trygt inn í netið til endaliga úrslitið 1-1.

 

Merkisvert var, at talan var um níggjunda javnleikin hjá Manchester United á heimavølli hetta kappingarárið. Samanlagt hevur Manchester United spælt 12 javnleikir í teimum 29 dystunum sum felagið hevur spælt í Premier League í ár.

 

Av hinum dystunum sum hava verið spældir, heldur góða gongdin hjá Leicester fram. Teir vunnu aftur í kvøld, tá teir vunnu 2-0 í heimadystinum móti Sunderland. Teir hava vunnið sostatt vunnið allar dystirnar, síðani teir skiftu venjara fyri eitt sindur meira enn einum mánaða síðani.

 

Dystirnir í Premier League í kvøld:

 

Burnley – Stoke 1-0

Leicester – Sunderland 2-0

Watford – West Bromwich Albion 2-0

Manchester United - Everton