Nýggjur 50-krónu seðil

Tann 3. juli varð tann nýggi 50-krónu seðilin settur í umfar. Zacharias Heinesen hevur myndprýtt seðilin

 

Tá tú keypir við einum 50-krónu seðli sært tú ikki longur tjóðarhetjuna Nólsoyar Páll á dýrabara pappírinum.


Nú er tað eitt veðrahorn á framsíðuni og Beinisvørð á baksíðuni. Listamaðurin Zacharias Heinesen hevur málað vatnlitsmálningarnar, sum prýða pengaseðilin.


Hetta er tann fyrsti nýggi pengaseðilin í eini røð. Um eitt gott ár verður nýggjur 100-krónuseðil á gøtuni, og seinni fáa vit 200-krónuseðlar, og nýggjar 500- og 1000-krónuseðlar.


Umboð frá danska Nationalbankanum, sum hevur staðið fyri útgávuni, eru í Føroyum í hesum sambandi.