Nýggjur apotekari settur

TÍÐINDASKRIV

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna– og heilsumálum hevur sett Kristbjørg Isaksen úr Norðragøtu  í starv sum apotekari við Norðoya Apotek í Klaksvík.
 
Kristbjørg Isaksen er 27  ára gomul. Hon tók prógv sum cand. pharm. í 2006 og hevur eitt stutt skifti starvast á Christianshavns Apotek í Keypmannahavn, umframt styttri tíðarskeið í lestrartíðini á apotekunum í Føroyum.
 
Kristbjørg Isaksen tekur við starvinum 1. desember 2006