Nýggjur apotekari settur í Klaksvík

Nanna Knudsen nýggjur apotekari á Norðoya Apoteki.

Nanna Knudsen er útbúgvin farmaseutur í 2005 frá universitetinum í Keypmannahavn – og hon hevur starvast sum farmaseutur á apoteki í 12 ár. Síðani 2007 hevur hon arbeitt í tvídeildum starvi á Eysturoyar Apoteki og Norðoya Apoteki. Áðrenn hon flutti heim í 2007, arbeiddi hon á Trekroner Apotek í Valby, har hon millum annað hevði ábyrgdarstarv sum góðskuábyrgdari.

Hon hevur eisini røkt ábyrdgarstarvið sum góðskuábyrgdari á Norðoya Apoteki og hevur havt ein týðandi leiklut í ISO 9001 góðkenningini av Norðoya Apoteki í 2014. Hon hevði ein virknan leiklut sum strategileiðari í strategi tilgongdini hjá Apoteksverkinum í 2013.

Nanna Knudsen, sum hevur víðfevnda eftirútbúgving innan farmakologi, góðsku, leiðmenning og samskifti, hevur verið fyribils sett sum apotekari á Norðoya Apoteki og Eysturoyar Apoteki í fleiri umførum

Nanna tekur við starvinum 1. desember.