Í gjár var tíðindafundur á Hotel Føroyum um virksemið hjá KaupÞingi í Føroyum.
Og har kom fram, at íslendski bankin ikki ætlar sær undir vanligt bankavirksemi við innláni og útláni, men at hann ætlar sær undir virksemi á økjum, sum føroysku peningastovnarnir vanliga ikki hava tikist so nógv við.
Ognarumsiting
Hóast KaupÞing í Íslandi er størsta fyritøkan av sínum slag og har arbeiðir við bæði íløgufeløgum, ognarumsiting og øðrum, so verður kortini farið eitt sindur varisliga til verka í Føroyum, sigur stjórin Petur Holm.
? Ognarumsitingin er tað, sum vit fyrst fara at leggja okkum eftir. Føroyskar fyritøkur og stovnar hava eina rímuliga stóra ogn, sum ikki kastar so øgiliga nógv av sær og tí ætla vit í fyrsta umfari at gera nakað við tann partin, greiddi stjórin frá á tíðindafundinum.
Hann vísti eisini á, at hóast stórar peningaupphæddir eru innistandandi í føroysku peningastovnunum, so eru eisini nógvur peningur innistandandi í útlendskum peningastovnum.
? Tað er eisini hesum peningi vit fara at hyggja eftir, tá vit byrja at arbeiða, sigur Petur Holm.
Forskot upp á
privatisering
Johnny Brøgger, sum starvast hjá KaupÞingi í Luxembourg, greiddi annars frá, at KaupÞing hevur verið sera virkin á marknaðinum í sambandi við privatiseringarnar í Íslandi.
? Hetta hava vit eisini havt í huganum, tá vit hava hugt eftir Føroyum og vit meta, at vit eru sera væl fyri, tí umstøðurnar í londunum báðum eru so líkar, sigur hann.
Hann vísir á, at fiskivinnan er høvuðsvinnan í báðum londunum og mynstrið í Føroyum, sum tað er nú, er ógvuliga líkt tí tað var í Íslandi fyri nøkrum árum síðani.
Íløgufeløgini
koma seinni
Eitt fyribrigdið, sum hevur stungið seg upp í Íslandi seinastu árini eru íløgufeløgini.
Tey gera íløgur fyri einstakar íleggjarar í virðisbrøv, heldur enn at teir sjálvir gera íløgurnar - ella at tær als ikki vera gjørdar.
Í løtuni rekur KaupÞing 19 slík íløgufeløg. Fimm teirra vera rikin í Luxembourg.
Slík íløgufeløg eru ókend á okkara leiðum, men tað er ikki óhugsandi, at KaupÞing fer undir tað virksemið her á landi eisini.
Hetta er kortini nakað, sum liggur longri frammi í tíðini, tí enn er marknaðurin als ikki búgvin til tað.
Íløgufeløgini eru skipað á tann hátt, at einstaklingar keypa sær íløguprógv í einum felag, sum antin velur at keypa virðisbrøv ella í partabrøvum.
Størri úrtøka
Ætlanin við slíkum íløgufeløgum er at økja um avkasti av tí peningi, sum tann einstaki setur í felagið sammett við tað, sum íleggjarin kann fáa burtur úr um hann letur peningin standa í peningastovni.
Vágin í sambandi við slíkar íløgur er sjálvandi eitt sindur størri enn tá peningurin stendur í peningastovni, men eftir øllum at døma er hann ikki størri enn so, at tað verður nógv brúkt.
Harafturímóti er avkasti eisini nógv størri.
Petur Holm nevndi í tí sambandinum, at økingin av uppsparingini lutfalsliga var nógv størri í Íslandi enn hon var í Føroyum.
Samstundis nevndi hann, at uppsparingin til pensjóní Íslandi í fjør var nógv størri enn hon var í Føroyum. Her vísti hann á, at KaupÞing við at vera ein aktivur partur í stýringini av íløgunum hjá pensjónsgrunnunum í Íslandi, var við til at geva eitt nógv størri avkast enn t. d. føroysku pensjónsuppsparararnir fáa.
Føroyskt felag - seinni
Virksemið hjá KaupÞingi í Føroyum verður í fyrsta umfari skipað sum ein umboðsstova.
Enn meta íslendingar tað ikki vera ráiligt at gera eitt sjálvstøðugt felag, men gongur tað eftir ætlan, so er nokk leiðin farið verður eftir.
Johann Viðar Ívarsson, sum er tann, sum heur kannað grundarlagið fyri føroyska virkseminum sigur, at gongst eftir ætlan, so verður føroyskt felag stovnað til endamálið.
? Tað hevur týdning, at tað verður eitt føroyskt felag, sum hevur grundfesti í Føroyum.
Annars hevur verið nevnt, at KaupÞing hevði ynskt at samstarva við Føroya Sparikassa.
Spurdur um hvønn teir fóru at samstarva við segði Johnny Brøgger, at teir høvdu í hyggju, at samstarva við allar luttakararnar á føroyska marknaðinum.
? Vit halda, at vit hava ein kunnleika til hetta økið sum eingin annar hevur og tí ætla vit okkum at samstarva við allar, segði hann.
Sum sagt byrjar virksemið hjá KaupÞingi í Føroyum tann 1. marts, men enn eru skrivstovuhølini ikki klár.
Petur Holm, stjóri, vildi ikki siga, hvar teir fara at halda til, men væntaði, at hølini fóru at vera klár um ein til tveir mánaðir.