Tey 24 grundøkini á Grashjalla eru øll seld, skjeytini eru útskrivaði, og byggiloyvini verða givin fyrsta dagin, sigur Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í samrøðu við Sosialin.
Tørvurin á grundøkjum og bústøðum í Klaksvík er stórur. Í næstum fer kommunan at gera klárt fyri 14 grundøkjum aftrat norðanfyri verandi útstykking.
Bíðirøðinar eru langar, og enn hevur kommunan 80 umsóknir um grundøki liggjandi.
- Í løtuni arbeiða vit við eini ætlan um alternativa bygging á einum øki undir Helnabrekku, sigur borgarstjórin.
Hann sigur, at kommunan hevur fingið 4 rættiliga áhugaverd tilboð uppá hesa ætlan.
- Men enn vita vit ikki, hvørjum tilboði vit taka av, tí vit verða noydd at hugsa um bæði umhvørvi, trivna og kostna hjá keyparunum, sigur Steinbjørn.
Í samband við íbúðarneyðina, sum sanniliga eisini merkist í Klaksvík, sigur borgarstjórin, Steinbjørn Jacobsen:
- Tá eldraíbúðirnar á Kráarbrekku verða tiknar í nýtslu, fer tað sjálvsagt at gera, at nøkur hús verða tøk til sølu.- Við hesum fara vit at kunna minka munandi um bíðirøðina eftir grundøki í Klaksvík. Men enn er nakað eftir á mál, tí dagliga fáa vit umsóknir eftir grundøki, sigur borgarstjórin at enda.