Nýggjur búnaðarstjóri við visjónum

- Eg havi nógvar visjónir um, hvussu landbúnaðurin kann byggjast út í framtíðini, sigur Bjørn Patursson, sum er settur í starv sum stjóri á Búnaðarstovuni. Bjørn Patursson er 51 ára gamal og hevur hann drúgvar royndir innan landbúnaðarøkið.

Landbúnaðurin hevur altíð havt stóran áhuga hjá nýggja stjóranum á Búnaðarstovuni, og fær nú møguleika at verða við at menna hesa vinnugreinina sum stjóri á Búnaðarstovuni.

- Eg gleði meg til hesa uppgávuna, sigur Bjørn Patursson við Sosialin.

Seinastu árini hevur hann verið formaður í Bóndafelagnum og festari í Koltri. Festara-starv sítt má hann lata frá sær, nú hann fer í nýggja starvið í Kollafirði.

Nýggi stjórin tekur við starvinum á Búnaðarstovuni til avloysari er funnin til festið í Koltri.

Hetta verður væntandi um stutta tíð.