Nýggjur banki fyri sunnudagsskúlan

Ein arbeiðsbólkur arbeiðir í hesum døgum við at savna saman hugskot til tilfari, sum kann brúkast í sunnudagsskúlunum.

Heimamissiónin: Ætlanin er at savna so nógv og fjølbroytt tilfar saman sum gjørligt, fyri síðani at savna alt hetta saman í ein sokallaðan “hugskotsbanka”, stendur at lesa á www.mission.fo.

Tá tilfar er komið í bankan, verður tað lagt út á alnetið, har ein og hvør kann gera brúk av tí.

- Vit ynskja at fáa øll hugsandi hugskot, so sum spøl, leikir, drama, søgur, link til heimasíður – ja, alt sum kann vera við til at gera gleðiboðskapin meiri livandi viðkomandi hjá børnunum, sigur arbeiðsbólkurin, ið er mannaður við trimum fólkum.

Við hesum kunnu tey verða við til at geva børnunum eina holla bíbilska undirvísing, samstundis sum tey gjøgnum spæl og annað kenna seg sum ein part av einum góðum og tryggum vinaskara av bæði børnum og vaksnum.

Málið hjá arbeiðsbólkinum er “Sunnudagsskúlin – besti tímin í vikuni”, og verður gjørligt at heinta tilfarið á heimasíðuni hjá Heimamissiónini.