– Nú hava vit á Tvøroyri fingið ein stóran barnagarð, har øll smábørn kunnu samansjóðast áðrenn skúlaaldur, har øll servitan er savnað á einum stað, og har øll foreldur við fleiri smábørnum kunnu lata síni børn á einum og sama stað hvønn dag, sigur Kristina Roest, býráðslimum og forkvinna i bygginevndini fyri barnagarðin.
Í 2017 samtykti Tvøroyrar Býrað einmælt fara undir at byggja ein nýggjan barnagarð. Avgjørt var at manna eina bygginevnd, sum saman við Brim Arkitektum skuldi taka sær av verkætlanini.
Eftir tilmæli frá bygginevndini varð valt at nýggi barnagarðurin skuldi byggjast uppí verandi barnagarðin, sum varð bygdur í 1990.
Barnagarðurin, sum varð bygdur í 1990 rúmar 52 børnum. Nú barnagarðurin er útbygdur er pláss fyri tvífalt so nógvum børnum. Harumframt var ein útibarnagarðstova bygd í endanum av bygninginum.
##med2##
– Í longri tíð hava hølisviðurskiftini hjá útibarnagarðinum ikki verið nøktandi, sæð í ljósinum av, hvussu ofta hesi hava verið noydd til at flyta aftur og fram í ymisk høli hjá kommununi. Hendan trupulleikan hava vit nú loyst, og gleðast vit tí um, at um nakrar vikur kunnu vit eisini hýsa upp til 35 útibarnagarðsbørn í hesum nýggja og flotta bygningi. Samanumtikið verður pláss fyri heili 139 børnum í okkara barnagarði, sigur Kristian Roest.
Íløgan í nýggja barnagarðin ljóðar uppá góðar 22 milliónir krónur við mvg. Tá er íroknað nýggjan barnagarð, nýggjan útibarnagarð, útiøkið og størri umvælingararbeiði á gamla barnagarðin.
– Vit í bygginevndini mæltu til, at barnagarðurin skuldi bjóðast út í fleiri fakarbeiðstøkum, hesa avgerð eri eg sera glað fyri, at vit tóku. Tí hóast leisturin leggur upp til størri leiðslu og ábygd frá byggiharrans síðu, so meti eg, at arbeiði hevur gingið væl við góðari hjálp frá Brim Arkitektum og lagaligum handverkarum og fleiri staðbundnar fyritøkur hava fingið møguleikan til at verið við í byggingini, sigur Kristina Roest.
Brim Arkitektar hava teknað barnagarðin. E-Grevstur hevur staðið fyri útgrevstrinum, MTV-Byggivirkið hevur havt ábyrgdina av betong- og timburarbeiðinum og Bærendsen Teknik stendur fyri El, HVS og automatikki. Málarameistarin Terji Nielsen hevur staðið fyri málaraarbeiðinum, og Sp/f Roest hevur staðið fyri múraraarbeiðinum.
– Nú barnagarðurin er liðugur innan og innbúgv og annað er komið uppá pláss, so er eyðsæð, hvussu væl hugsað hevur verið um hvørja einstøku detalju, har arkitekturur, virkisføri, ljósinnfall, innbúgv og litir ganga upp í eina hægri eind, og eg eri vís í, at Tvøroyri nú eigur ein tann flottasta barnagarðin í Føroyum, sigur Kristina Roest.
– Fyri meg er hetta veruliga ein stórur dagur, nú ein tørvur er nøktaður, sum hevur verið í alt ov langa tíð. Haraftrat gleðist eg eisini um, at Tvøroyrar býráð hevur staðið saman um hesa verkætlan og alla tíð hava tosað saman á einum máli, sigur Kristina Roest.
Útiøkið eystanfyri barnagarðin er ikki liðugt enn. Tað verður tikið í brúk seinni.