Nýggjur danskur filmur um ungdómstrupulleikar

Kasper Munk hevur nú gjørt ein danskan ungdómsfilm, sum setur fokus á ungar gentur og teirra fyrstu samlegu.

Ungu kvinnurnar í filminum halda sjálvar, at filmurin er eitt sera realistiskt boð uppá hvussu ungdómurin er í dag.

 

Øll fólk minnast aftur á tíðina sum tannáringur við bæði gleði og sorg. Tá ið allar hugsanir broytast, og fokus verður sett á fyrstu samleguna, sum á onkran hátt er ein skilnaður millum barnaárini og vaksnamannalívið.

 

Og tað er júst hetta, sum filmurin “You & Me Forever” snýr seg um. Filmurin hevur frumsýning í morgin.

 

Filmurin snýr seg um tvær ungar gentur, sum altíð hava verið vinkonur. Men tá ið tær so hitta gentuna Maria, verður vinarlagið brotið, og eina vinkonan leitar sær inn í spennandi heimin hjá Mariu við sex, dreingjum og veitslum.