Nýggjur deildarleiðari hjá Smyril Line

Smyril Line hevur frá 4. november 2003 sett Heðin Joensen sum deildarstjóra fyri øllum farmavirksemi felagsins.

Heðin er 38 ára gamal og hevur síðani 1999 starvast sum sølu- og marknaðarleiðari á farmadeildini hjá Smyril Line, áðrenn tað var hann frá 1996-99 sølu- og marknaðarleiðari hjá Eimskip.
Frá 1983-1996 starvaðist Heðin hjá Føroya Fiskasølu, haðani hann varð útlærdur í "Shipping" og "Transport". Í tíðarskeiðnum hjá Fiskasøluni var hann eisini nøkur ár uttanlands.