Nýggjur depilsleiðari á psykiatriska deplinum

Tormóður Stórá er settur sum læknafakligur depilsleiðari fyri Psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum, galdandi frá 1. februar 2006.

Hann fær við hesum ta ovastu rakstrarligu, fíggjarligu og fyrisitingarligu ábyrgdina av Psykiatriska deplinum og skal leiða depilin saman við Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktarfrøðingi.

Umskipanin av leiðsluni er gjørd eftir at Sofus Joensen, leiðandi yvirlækni hevur ynskt at verið loystur frá leiðsluuppgávuni á deplinum.