Fótbóltur: Grein 33, stykki 2, er tann parturin av lógarverkinum hjá Fótbóltssambandinum, sum Karl Vidtfeldt vísir til, tá hann skal greiða frá avgerðini um, at avblásti dysturin millum NSÍ og ÍF skuldi spælast av nýggjum.
– Lógarverkið krevur hetta og vit hava heldur ikki aðrar møguleikar, sigur Karl Vidtfeldt, formaður í kappingarnevndini.
Hann vísir síðani á, at fordømi eru um líknandi støður, har dystir eru blástir av og síðani byrjaðir av nýggjum seinni – eisini dystir, har mál eru skorað.
Karl Vidtfeldt nevnir síðani ein dyst millum B68 og B36 í 2002. B36 var á odda 1-3 og fekk tillutað eitt brotsspark. Men vindurin bleiv so nógvur og bólturin vildi ikki liggja stillur, tá brotssparkið skuldi takast, so dómarin bríkslaði dystin av.
– Tá høvdu vit ein jurist inni í myndini og hann kom fram til, at vit ikki høvdu aðrar møguleikar at áseta nýggjan dyst, greiðir Karl Vidtfeldt frá.
FAKTA um reglurnar
GREIN 33. ?Dómarin kannar eisini eftir, um alt er í lagi, áðrenn dystur byrjar.
Stk. 2. ?Um dómarin heldur, at vøllurin er í slíkum standi, at at tað kann vera vandamikið at leika á honum, kann hann gera av, at dysturin ikki skal verða leiktur. Dómarin kann, í samráð við liðskipara, steðga dysti, ið verður leiktur, orsakað av vánaligum líkindum. Dysturin kann í mesta lagi verða útsettur í ein tíma. Fráboðan um hetta skal beinanvegin gevast Kappingarnevndini, sum ásetur nýggjan dyst.